FMA2026: Her eru dómsnevndirnar

FMA2026: Her eru dómsnevndirnar
Í gjárkvøldið blivur árligu FMA-virðislønirnar handaðar til bestu avrikini innan føroyska tónleikapallin í fjør. Hetta er sambært dómsnevndum, sum eru settar av fyriskiparunum
Jazzygold, sum er pallnavnið hjá Jasmin Mote, gjørdist heilt stóri vinnarin við FMA-virðislønini fyri bæði Ársins útgávu "it's been a while" og Ársins sang, "Cake (Baddies Edition)"
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
07.03.2026 - 16:59

Vinnararnir av FMA-virðislønunum í Norðurlandahúsinum í gjárkvøldið eru allir valdir av útvaldum dómsnevndum, sum FMA-arbeiðsbólkurin hevur mannað.

Allar virðislønirnar uttan ein: Árhoyraravirðislønin. 

Nógv kjak er altíð um, hvør skal vinna og hví. Nú hevur FMA-arbeiðsbólkurin kunngjørt nøvnini á teimum, ið sótu í ymsu dómsnevndunum. 


Elinborg vann FMA-virðislønina sum Ársins tónaskald fyri útgávuna "Í ævir", sum er hennara fyrsta heildarútgáva (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

LES EISINI: FMA2026: Her eru allir vinnararnir

 

Hesi vóru dómarar til FMA 2026:
 

ÁRSINS ÚTGÁVA, SANGUR, SERÚTGÁVA, SPÍRI, TÓNASKALD
Solveig Kaae Festirstein
Pauli Reinert Poulsen
Jana Hjalgrímsdóttir
Michael Anthony Charles
Emma Michala Sannino
Ingi Isaksen
Malan Eyðunsdótir
Tóta Árnadóttir

 

ÁRSINS TEKSTUR
Umboð frá rithøvundafelagnum og Føroya tónleikarafelag

Rannvá Haldisardóttir Glerfoss
Marna Jacobsen
Eyði Horsdal
Inga Laksáfoss Simonsen


Heðin Ziska Davidsen vann væl uppiborið virðislønina sum Ársins tónleikari (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

ÁRSINS TÓNLEIKARI
Nevndin í Føroya Tónleikarafelag, við uppskotum frá limum.
Ingmar Mikkelsen
Torleik Mortensen
Ernst Remmel
Inga Laksáfoss Simonsen

 

ÁRSINS ÁTAK
FMA arbeiðsbólkurin (sí limir niðanfyri)

 

ÁRSINS TÓNLEIKAHEIÐUR
Tónleikasamband Føroya


Stanley Samuelsen, saman við konuni Merete Messman, fekk Ársins tónleikaheiður (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

ÁRSINS MYNDLISTARLIGI SAMLEIKI
Felagið Samskifti

 

ÁRSINS ÚTFLUTNINGSVIRÐISLØN
Faroese Music Export:
Leivi Thomsen
Gunn Hernes
Elin Brimheim Heinesen
Glenn Larsen
Mikael Blak
Umframt umboð fyri Felagið Føroysk Tónaskøld, sum vann í fjør: Kristian Blak

 

Tey í FMA arbeiðsbólkinum vóru:
Barbara Holm
Sølvi Simonarson
Urd Johannesen
Kári Sólstein
Marianna W. Nagata
Dánjal Dam á Neystabø


Nýggi føroyski superbólkurin Tøgn vann einastu FMA-virðislønina, sum ein útvald dómsnevnd ikki vald. Hinvegin vóru tað áhoyrararnir, ið peikaðu á Tøgn (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
RagnarRokk 12.november 2026
215565
Hósdag 12. november
RagnarRokk: Chuck Billy um Holding My Breath
215564
Hósdag 12. november
RagnarRokk:Joakim Nilsson um Fever
215561
Hósdag 12. november
Áin, Petur og jólini, Orð og tónar
216333
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210