TIME: PAZ og Ress Spa eru millum 100 tey bestu støðini í heiminum at vitja

TIME: PAZ og Ress Spa eru millum 100 tey bestu støðini í heiminum at vitja
- Vit fegnast um viðurkenningina og vóna, at fólk koma higar at vitja matstovuna, sigur Poul Andrias Ziska, sum eigur og rekur matstovuna PAZ, um góða viðmælið í Time Magazine
Mynd: Visit Faroe Islands  
 
13.03.2026 - 12:34

Amerikanska tíðarritið Time's Magazine hevur valt Ress Spa og matstovuna PAZ at vera millum 100 tey bestu støðini í heiminum at vitja í ár.

PAZ matstovan læt upp í fjør og fekk tá tvær Michelin-stjørnur. 

- Tað hevur gingið skjótari enn væntað, sigur høvuðskokkurin og eigarin.

PAZ


Myndir: Visit Faroe Islands

 

PAZ_og_Ress

 

Tíðarritið TIME'S skrivar, at PAZ vil vísa, at spennandi norðurlendskur matur ikki bara er í Keypmannahavn, men eisini longur norðuri.

Føroyskur matur og føroysk matmentan er serstøk samanborið við onnur Norðurlond.

 

Serligar og nýskapandi upplivingar

TIME velur støð kring allan heim, sum tey meta bjóða serligar og nýskapandi upplivingar innan ferðavinnu, mentan, matstovur og hotell. Listin verður gjørdur í samstarvi við tíðindafólk kring allan heim.

At Ress nú er komið á listan verður mett sum ein stór altjóða viðurkenning - bæði fyri spa’ið sjálvt og fyri føroysku ferðavinnuna sum heild, skrivar Hotel Føroyar í tíðindaskrivi. 

“Vit í Ress og á Hotel Føroyum eru bæði errin og takksom fyri viðurkenningina frá TIME. At vera vald sum eitt av ‘World’s Greatest Places 2026’ er ein stórur heiður og ein staðfesting av arbeiðinum, sum er lagt í at skapa eina serstaka vælveruuppliving í Føroyum,” sigur Súsanna í Stórustovu, leiðari í Ress.


Myndir: Visit Faroe Islands
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. apríl
Sært tú fuglin? III (1:4)
207118
Hósdag 16. apríl
Veðrið
207167
Mikudag 15. apríl
Úr byggisøguni (1:3)
76206
Mikudag 15. apríl
Á brúnni í 38 ár - teknmálstulkað
207100
Mikudag 15. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207094