Trapputing í Klaksvík: Umsorgan og trúarfrælsi á skránni

bannari
Trapputing í Klaksvík: Umsorgan og trúarfrælsi á skránni
Spurningar um vantandi hendur í eldrarøktini og ymiskleiki í trúgv verða viðgjørdir í kjakinum í kvøld, tá ið 13 røddir eru á Trapputingi í Klaksvík
Elin Winther Poulsen er vertur á Trapputinginum, sum gevur almenninginum møguleikan at siga sína meining beinleiðis í sjónvarpinum
Mynd: savnsmynd  
 
18.03.2026 - 14:35

Bústaðir og eldrarøkt vera millum evnini, sum verða tikin upp á Trapputinginum í kvøld.

Men eisini tann heldur viðbrekni spurningurin um trúarfrælsi verður á breddanum. 

Í kvøld verður nevniliga triðja sending í røðini Trapputing, og hesa ferð gongur orðaskiftið fyri seg í Klaksvík. 

 

Trúarfrælsi í Føroyum 

Nógv kunnu føroyingar semjast um, men so eru tað eisini tey meiri viðbreknu evnini, sum til dømis spurningurin um at loyva at byggja mosku í Føroyum.

Nøkur seta moskuna í samband við nakað ótrygt, meðan onnur vilja vera við, at eitt bann er eitt inntriv í trúarfrælsið hjá fólki.

Kjartan á Gravarbø er ein, ið verður við í kjakinum í kvøld, og spyrt tú hann, eiga vit at taka í egnan barm og hyggja til grannalondini, sum hava trupulleikar av islam. 

 

Trupult at seta búgv

Trupla støðan at seta búgv er eisini eitt evni, sum klaksvíkingar eru ørkymlaðir um. 

Marið Heimustovu er í 20'unum, og hon hevur ungdómin í huga, tá ið hennara krossur skal setast. 

Ungdómurin er framtíðin, og tað er als ikki nøktandi, at ungu ættarliðini ikki fáa sett búgv í Føroyum. Hetta eigur at raðfestast og broytast, sigur Marið Heimustovu. 

 

Eldrarøktini manglar hendur 

Okkum manglar fólk til at taka sær av okkara eldru og sjúku, men umsorganarfakini fáa ikki ta uppibornu viðurkenning í samfelagnum.

Tað heldur Magnus Arge, sum ikki er í iva um, at hesi størvini mugu løna seg  – eisini peningaliga.  

Ein loysn er, sambært Magnusi Arge, at tað almenna hækkar lønirnar. Um fleiri skulu bjóða seg fram, má tað loysa seg at fara til arbeiðis, eisini í umsorganarfakunum, sigur Magnus Arge.

 

Livebloggur á heimasíðuni

Til hvørja sending sita valevni klár at taka evni í sendingini upp og svara fyri seg í livebloggi á heimasíðuni hjá KVF, kvf.fo.

Á Trapputinginum í Suðuroy livebloggaðu valevnini Erhard Joensen (B), Jóhan Stenberg (D) og Dennis Holm (E).

Í sendingini av Argjahamri livebloggaðu Birgir Nielsen úr Fólkaflokkinnum, Christoffur Gert Nielsen úr Framsókn og Hans Jacob Thomsen úr Javnaðarflokkinum.

 

Soleiðis verður Trapputingið sent:

Klaksvík, mikukvøldið 18. mars, kl. 19.00 
Oyrarsund, sunnukvøldið 22. mars, kl. 19.00 

 

Áður send Trapputing:

Suðuroy

Tórshavn

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Sunnudag 19. apríl
Bolero 19 apríl 2026
207265
Sunnudag 19. apríl
Upp á tá - 170426
207261
Sunnudag 19. apríl
Credo: C.S.Lewis 2:3
207207
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Gudstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227