Veðrið fer við Víkingi og HB

Veðrið fer við Víkingi og HB
Fimti dysturin í 3. umfari í Meistaradeildini við monnum millum Víking og HB, sum skuldi spælast mánakvøldið, er aftur útsettur vegna veður og verður í staðin 1. apríl
Mynd: Rói Sørensen/HB  
 
22.03.2026 - 17:44

Fyrr í vikuni vórðu fýra av fimm dystum í 3. umfari í Meistaradeildini hjá monnum annaðhvørt framskundaðir ella útsettir orsaka av veðri.

Teirra millum var dysturin millum Víking og HB, sum bleiv útsettur til í annaðkvøld, mánakvøldið klokkan 18:30. Men sambært forsøgnini verður veðrið í annaðkvøld lítið frægari, og tí er avgjørt at flyta dystin millum Víking og HB til mikudagin 1. apríl klokkan 19:00 í staðin, skrivar FSF.

Hetta ger, at lutakastið til steypakappingina hjá kvinnum og monnum eisini verður útsett.

 

Broytingar í landsliðshópinum

Dysturin millum Víking og HB verður sostatt ikki fyrr enn eftir landsliðssteðgin. Í vikuni fer A-landsliðið hjá monnum til San Marino, har venjingar og venjingardystur móti vertunum er á skránni.

Tvær broytingar eru framdar í hópinum, síðan úttøkuna fyri kortum. Sambært FSF hava Jóannes Bjartalíð og Adrian Justinussen smáskaðar og hava tí givið avboð til landsliðið. Í staðin hevur landsliðsvenjarin sent boð eftir tveimum ungum spælarum, ið hava royndir frá millum annað U21-landsliðnum. Talan er um Jørgen Nielsen úr Víkingi og Emil Weihe Joensen úr NSÍ.

Dysturin ímóti San Marino verður spældur næsta leygardag kl. 14.00, og Kringvarpið vísir dystin í sjónvarpinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762