Búskaparráðið gevur ráð mitt í valstríðnum

Búskaparráðið gevur ráð mitt í valstríðnum
Hóast politikarar hava lagt ráðið undir at vera ódugnaligt og politiskt litað, ætlar formaðurin ikki at tiga
Politikarar hava hartað Búskaparráðið fyri at vera ódugnaligt og politiskt litað.
 
26.03.2026 - 18:01

Búskaparráðið fer framhaldandi at ráðgeva og gera búskaparligar viðmerkingar - eisini mitt í einum valstríði.

So seint sum í gjár, dagin fyri løgtingsvalið, kom Búskaparráðið við einari almennari áheitan á politisku skipanina um at leggja kommunur saman, fáa dupultfunksjónir burtur og fremja sparingar í almenna rakstrinum.

Samstundis fanst ráðið at politikarunum fyri ikki at tora at fremja neyðugar nýskipanir og sparingar - og heldur tað vera ábyrgdarleyst, at politikararnir ætla at fara undir Suðuroyartunnilin, áðrenn ein loysn er funnin á avbjóðingini við fíggjarliga haldførinum. 

 


Johnny í Grótinum er formaður í Búskaparráðnum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Fleiri ferðir, síðan løgtingsvalið bleiv útskrivað 25. februar, er Búskaparráðið komið við líknandi áheitanum og atfinningum, og tað hevur fingið øði í fleiri politikarar, sum hava lagt ráðið undir at vera bæði ódugnaligt og politiskt litað, og onkur hevur beinleiðis mælt til at avtaka tað.

Atfinningarnar fáa tó ikki ráðið at tiga ella umhugsa at skrúva niður fyri hvøssum boðskapum og tilmælum, meðan eitt valstríð leikar á.

Í valstríðnum hava politikarar lagt ráðið undir at vera bæði ódugnaligt, politiskt litað og fyri at leggja seg út í valstríðið, men tað fær ikki formannin, Johnny í Grótinum, at tiga.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

26032026_Buskaparradid

 



 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938