Pannukøkur á matarlepanum í Mjørkadali

bannari
Pannukøkur á matarlepanum í Mjørkadali
Eisini í arrestini merkist, at løgtingsval er í dag, men tað eru ikki øll, ið eru eins áhugað í valinum. Hýrurin er tó góður, tí pannukøkur eru á skránni
 
26.03.2026 - 19:40

Tað er borgaraservice hjá fútaskrivstovuni, sum skipar fyri, at tey, sum sita í arrestini í Mjørkadali, sleppa at velja, greiðir Birgir Hansen, fangavørður, frá.

- Tey vóru her í síðstu viku, so her verður atkvøtt við brævatkvøðu, sigur hann, og leggur afturat, at tey komu á gátt tvær ferðir, tí tvey val hava jú verið hesa vikuna.

Nógv verður tosað um tað, sum er á matarlepanum ein valdag, og í Mjørkadali eru millum annað pannukøkur á skránni.

Av tí at summi vilja vera við, at hesar eru tær bestu í verðini, so fáa tit uppskriftina her:
 

Uppskrift upp á pannukøkur frá mammu Sjúrð á Signabø

200 gr. av smeltaðum smøri

6 egg

210 gr. av mjøli

130 av melis

hálvur litur av mjólk

og ovmikið av vaniljusukri.
 

Og mamman í Signabø leggur dent á, at smørið skal í til síðst.
 

260326_LV_MJORKADALUR

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938