Sólrún og Annika í uppskoti at fáa norðurlendska virðisløn

Sólrún og Annika í uppskoti at fáa norðurlendska virðisløn
Tær eru innstillaðar at fáa norðurlendsku barna- og ungdómsbókmentavirðislønina fyri bókina Sjókæti (A-OY)
Sólrún Michelsen og Annika Oyrabø.
 
26.03.2026 - 14:07

Sólrún Michelsen og Annika Øyrabø eru innstillaðar til norðurlendsku barna- og ungdómsbókmentavirðislønina fyri bókina Sjókæti (A-OY)

Tað sigur Norðurlendska ráðharraráðið í tíðindaskrivi í morgun.

Íalt eru 13 verk innstillað til barna- og ungdómsbókmentavirðislønina hjá Norðurlandaráðnum hesa ferð, stendur í tíðindaskrivinum.

Millum verkini eru myndabøkur, skaldsøgur og ein teknirøð, og útgávurnar granska náttúruna, bæði yvir og undir havflatuni, gjøgnum allar árstíðir, og tær geva hugflognum gróðarbotn, skrivar Norðurlendska ráðharraráðið.

Fyri unga lesaran ger álvarin seg galdandi, tá evni sum saknur, samleiki og skilnaður vera skapt í umhvørvinum hjá teimum vaksnu, og tá avbjóðingarnar skulu takast, um mann vil tað ella ikki.

Svøríki, Finnland, Danmark, Noreg og Ísland hava innstillað hvør síni tvey verk. Sámiska máløkið, sum tað verður nevnt, og Grønland og Føroyar hava innstillað hvør sítt.

 

Spælandi bókstavabók

Føroyska íkastið er bókstavabókin hjá Sólrún Michelsen og Annika Øyrabø, sum eitur Sjókæti (A-OY).

Bókin er ein skaldslig og spælandi bókstavabók, sum leiðir lesaran niður í dýpi gjøgnum føroyska bókstavaraðið. Farið verður gjøgnum allar 29 bókstavirnar og tey trý tvíljóðini, og á hvørji síðu sært tú ein nýggjan fisk ella okkurt annað djór, sum býr í havinum kring Føroyar.

Norðurlendska barna- og ungdómsbókmentavirðislønin var latin fyrstu ferð í 2013. Hon er eitt úrslit av ynskjunum hjá norðurlendsku mentamálaráðharrunum, sum vildu styrkja og stuðla barna- og ungdómsbókmentum í Norðurlondum, og verður latin fyri eitt verk, sum er skrivað á einum av norðurlendsku málunum.

Virðislønin í ár verður almannakunngjørd tann 20. oktober, og sjálv handanin verður tann 27. oktober í sambandi við ársfundin hjá Norðurlandaráðnum í Helsinki. Virðislønin er uppá 300.000 danskar krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040