Eirikur í løgtingið

bannari
Eirikur í løgtingið
Fínteljingin flutti somikið nógvar atkvøður, at Eirikur í Jákupsstovu tekur tingsessin frá Jóhan Christiansen
Fínteljingin í kvøld gav Eiriki í Jákupsstovu níggju atkvøður afturat, og hann er nú løgtingsmaður fyri Tjóðveldi
 
30.03.2026 - 22:04

Tað var sera tætt millum teir báðar fyrrverandi landsstýrismenninar hjá Tjóðveldi, tá úrslitið av løgtingsvalinum var greitt hóskvøldið.

Tá avtornaði dróg Jóhan Christiansen longra stráið, meðan Eirikur í Jákupsstovu stóð uttanfyri. Jóhan fekk 307 atkvøður og endaði nummar seks á listanum hjá Tjóðveldi. Eirikur fekk 304 atkvøður og endaði nummar sjey. Tjóðveldi fekk seks tingfólk vald. Men fínteljingin í kvøld vendir myndini á høvdið.

Eirikur í Jákupsstovu fær níggju atkvøður afturat, meðan Jóhan Christiansen fær tvær atkvøður afturat. Eirikur fær tí 313 atkvøður tilsamans, meðan Jóhan fær 309. Eirikur í Jákupsstovu er tí valdur á løgting.

-Talan er um atkvøður, sum eru bólkaðar skeivt. Okkurt valevni á listanum hjá Tjóðveldi hevði fingið nakrar atkvøður, sum annað valevni á sama vallista átti. Tí broytist myndin so nógv, sigur Malan Johansen, forkvinna í løgtingsvalnevndini.

Úrslitið av fínteljingini er endaligt, staðfestir Malan Johansen, sum í sama viðfangi harmast um at slík mistøk fáa stórar avleiðingar fyri einstøk valevni. Men løgtingsvalnevndin fær einki gjørt, annað enn at rættar teir feilir, sum blivu gjørdir í uppteljingini valkvøldið 26. mars.

Eirikur fyri Jóhan

Fyri teir báðar politikararnar á listanum hjá Tjóðveldi merkir fínteljingini, at annar fer út í politiska kuldan, men hin kemur inn í hitan.

-Eg havi júst fingið boðini, og tað er ikki heilt gingið upp fyri mær enn. Satt at siga eri eg eitt sindur paff, sigur Eirikur í Jákupsstovu.

Júst valdi løgtingsmaðurin hevði ikki væntað, at finteljingin skuldi lyfta hann inn um tinggáttina.

-Eg hevði meira trúð uppá eina samgongusamráðing, har Tjóðveldi kom í samgongu, og boð tískil vóru eftir mær at koma í tingið sum varamaður fyri onkran, ið fór í landsstýri, sigur Eirikur í Jákupsstovu.

Eirikur í Jákupsstovu og Jóhan Christiansen endaðu báðir í landsstýrinum, tá Tjóðveldi fyri einum ári síðani umskipaði manningina í landsstýrinum. Jóhan Christiansen var tá ikki partur av politisku skipanini, meðan Eirikur í Jákupsstovu var løgtingsmaður.

Endamálið við tí politisku avgerð var at styrkja Tjóðveldi uttan fyri høvuðsstaðin, ítøkiliga í norðurøkinum.

-Valúrslitið í síðstu viku staðfestir væl, at tað var ein røtt avgerð, tí vit báðir fingu eitt rímuliga gott løgtingsval hesaferð. Men í kvøld føli eg við Jóhan, sum fyrst var innanfyri, og nú brádliga er uttanfyri tinggáttina, sigur Eirikur í Jákupsstovu.

Møguleikin hjá Jóhan Christiansen at gerast tingmaður er nú treytaður av, at Tjóðveldi kemur í samgongu.

Eingin broyting á Sambandslistanum

Fínteljingin í kvøld hevur ikki aðrar broytingar við sær. Einasta ivamál var, um fínteljingin kundi broyta nakað á listanum hjá Sambandsflokkinum. Johan Dahl fekk 345 atkvøður og kom júst inn um tinggáttina, meðan Magni Højgaard gjørdist akkurát ov stuttur við 342 atkvøðum. Fínteljingin í kvøld gav Johan Dahl eina atkvøðu afturat, og hann varðveitir tískil sín tingsess.

Magni Højgaard kann tó gerast tingmaður, um Sambandsflokkurin kemur í samgongu.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 30. mai
Upp á tá - 290526
209012
Leygardag 30. mai
Morgunlestur leygardagur 30.mai 2026
208234
Fríggjadag 29. mai
Vikuskiftið 29 mei 2026
209003
Fríggjadag 29. mai
LEITISSTEIN 29.05.2026 (G! 2026)
208996
Fríggjadag 29. mai
Radio Stjernekilde - Partur 2
208991
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 30. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
209013
Fríggjadag 29. mai
Veðrið
209009
Fríggjadag 29. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208968
Hósdag 28. mai
Veðrið
208945