Integratiónssamskipari fyri alt norðurøkið

Integratiónssamskipari fyri alt norðurøkið
Sóley Sjúrðaberg tekur við starvinum 1. mai
 
31.03.2026 - 15:29

Sóley Sjúrðaberg úr Leirvík er sett sum integratiónssamskipari fyri norðurøkið, sum fevnir um Fugloyar, Viðareiðis, Hvannasunds-, Kunoyar, Klaksvíkar, Fuglafjarðar og Eysturkommunu, skrivar Klaksvíkar kommuna. 

Í integratiónslógini frá desember 2024 er ásett, at hvør kommuna í seinasta lagi 1. juli 2026 skal hava integratiónssamskipara, sum skal menna integratiónstilgongdina, standa fyri integratiónsfremjandi tiltøkum og hava samband við tilflytarar.

Víðari heimilar lógin, at kommunur kunnu samstarva um integratión og samskiparar.

 

10.500 fólk

Í teimum sjey kommununum, sum nú hava sett integratiónssamskipara í starv, búgva tilsamans 10.500 fólk.

Sóley Sjúrðaberg er 41 ára gomul. Hon hevur masterprógv í heilsuvísindum, og hon hevur eisini útbúgving sum ergoterapeutur.

Hon tekur við starvinum 1. mai. 

Fasta staðsetingin er í Klaksvíkar kommunu, í samstarvi við allar kommunur í samstarvinum, og samskiparin fer eisini at hava regluligar arbeiðsdagar hjá teimum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040