2,5 milliónir í eykajáttan til bíðilønir

2,5 milliónir í eykajáttan til bíðilønir
Av tí at løgtingsvalið var longu í mars, fella allar útreiðslurnar til bíðiløn í hesum árinum
Magni Højgaard og Bjørt Lind eru nýggj í tinginum fyri ávikavist Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
24.04.2026 - 13:59

Formansskapurin í løgtinginum hevur biðið tingið um 2,5 milliónir krónur í eykajáttan til bíðiløn til løgtingsfólk, sum annaðhvørt ikki vóru afturvald á løgtingsvalvinum, ella ikki stillaðu uppaftur.

Tey hava rætt til bíðiløn í fýra til seks mánaðir.

Á fíggjarlógini í ár eru 700.000 kr. játtaðar til biðiløn.

Hevði løgtingsvalið verið í heyst, høvdu útreiðslurnar til bíðiløn verið býttar á tvey figgjarár.

Men nú løgtingsval var longu í mars, er greitt, at øll útreiðslan fellur til gjaldingar í ár, og tí er tørvur á 2,5 milliónum krónum, sigur formansskapurin í viðmerkingum til uppskotið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655