Saman kunnu vit spara

Saman kunnu vit spara
Hetta tykist vera kjarnin í skipanini Prísvøka, sum samanber kostnað á gerandisvørum, um brúkarar í felag skanna sínar kvittanir, væl at merkja.
 
24.04.2026 - 10:16

- Eg havi ofta kvittanir liggjandi á borðinum um kvøldið, og so havi eg hugsað: Ókey, nú havi eg verið í einum handli og keypt í dag, men hvat hevði eg kunnað spart, um eg var í fleiri handlum og keypti har vørurnar eru bíligast?, sigur Kristian Eli Zachariasen, sum síðan setti seg at menna eina skipan, sum kann júst hetta.

Úrslitið gjørdist Prísvøka, har kvittanir vera skannaðar inn á eina heimasíðu, sum síðan lesur tær inn og goymir vørur og kostnaðir. Hesi vera síðan samanborin, tá brúkarar biðja um tað.

Handlarnir í Føroyum eru nógvir, og vørurnar enn fleiri, so fyri at fáa so neyvt og dagført tilfar sum gjørligt, er brúk fyri, at tey, sum brúka skipanina, eisini skanna sínar kvittanir inn.

Prísvøka er at finna her

1808816

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542