Borg verður størstur á timburhandilsmarknaðinum

Borg verður størstur á timburhandilsmarknaðinum
Avtala er gjørd um at keypa Sandavágs Timburhandil, og nú verður bíðað eftir góðkenning frá Kappingareftirlitinum
Rodmundur Nielsen, eigari av Borg og Albert Ari Thomassen, eigari av Sandavágs Timburhandli, eru vorðnir samdir um, at Borg keypir Sandavágs Timburhandil.
Mynd: Pressumynd  
 
27.04.2026 - 18:48

P/f Borg hevur gjørt avtalu um at keypa Sandavágs Timburhandil. Verður avtalan góðkend av Kappingareftirlitinum, verður Borg nógv størsta felagið á føroyska timburhandilsmarknaðinum.

Í fjør høvdu Borg og Sandavágs Timburhandil tilsamans 114 starvsfólk. Til samanberingar hevði størsti kappingarneytin, Bygma Balslev, 80 starvsfólk.

Borg er vaksið nógv seinastu árini. Í 2007 vórðu Højgaards Handilsvirki, Klaksvíkar Timburhandil og Klement Petersen savnað undir navninum Borg. Síðani keypti felagið eisini Havnar Timburhandil í 2018.

Nú stendur so Sandavágs Timburhandil fyri tørni, men keypið er treytað av góðkenning frá Kappingareftirlitinum.

Stjórin í P/f Borg, Rodmund Nielsen, vil ikki at gera samrøðu við Kringvarpið í dag, tí øll skjøl enn ikki eru latin inn í málinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890