- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tað kókar í Grimsby: Hetta er stuttligt

Tað er sannur fótbóltshýrur í enska útróðrarbýnum Grimsby. Við føroyska landsliðsspælaranum Géza Dávid Turi á miðjuni hevur Grimsby Town vunnið seg í uppflytingarspælið í League Two. Tað er fjórðbesta deildin í Onglandi.
Hetta er fyrstu ferð í tjúgu ár, at felagið hevur megnað at vunnið seg í hesa støðuna, og Grimsby Town skal nú spæla tveir dystir um at koma í uppflytingarfinaluna, sum verður spæld á gitna Wembley-tjóðarvøllinum. Bara ein annar føroyingurin hevur spælt á Wembley. Tað var Claus Bech Jørgensen í 2007, sum umboðaði Blackpool á Wembley.
- Hetta er ótrúliga stuttligt. Hetta hevur verið eitt langt kappingarár, har eg havi spælt móti Manchester United, Wolverhampton og Brentford. Eg havi elskað hvørja løtu, og tað hevði verið ótrúligt at spælt á Wembley eisini, sigur Géza Dávid Turi.
Fótbóltsfepur í býnum
Grimsby Town vann um vikuskiftið 4-0 á Swindon Town, sum eisini kappast um at sleppa í uppflytingarspælið. Tað merktist eisini í býnum, at tað var stórdystur á skránni á Blundell Park.
- Longu frá klokkan níggju um morgunin sóust og hoyrdust fólk hugna sær í býnum. Tað var veitsluhýrur, og vit merktu tað eisini í hópinum. Tað var eitt sindur av fjáltri á, tí flestu av spælarunum hava ikki roynt hetta fyrr, greiðir føroyski landsliðsspælarin frá.
Tað merktist eisini á Blundell Park, at tað stóð nógv upp á spæl. Fjálturin legði seg tó tíðliga. Tað gekk bara ein løta, so bleiv 24 ára gamli gøtumaðurin feldur í brotsteiginum hjá Swindon Town. Jaze Kabia umsetti til 1-0 úr 11 metrum.
- Eg sparkaði bóltin eitt sindur ov langt frá mær. Tað er nokk eisini tí, at verjuspælarin fer í taklingina. Eg var fyrstur á bóltinum, og hann fellur meg. Tað kendist sum at skjóta mál, tá dómarin bríkslaði fyri brotssparki, sigur Géza Dávid Turi.
Longu í hálvleikinum var 3-0, og við máli til 4-0 skoraði Jaze Kabia eisini hattrikk.
Ræðast ongan, men...
Grimsby hevur ein landskappingardyst eftir. Tá vita Géza og teir, hvørjum teir skulu møta í hálvfinalunum. Nummar fýra spælir móti nummar sjey, og nummar fimm móti nummar seks.
Ovara liðið spælir á heimavølli í seinnu hálvfinaluni. Í løtuni eru møguleikarnir millum annað Salford City, sum fleiri fyrrverandi spælarar hjá Manchester United eiga, Notts County og Chesterfield.
- Vit spæla væl í løtuni. Vit ræðast einki av liðumm, men Chesterfield er nokk liðið, sum eg havi minst hug at møta. Vit hava tapt móti teimum í hesum kappingarárinum. Teir spæla við nógvari ferð og nógvum tvídystum, greiðir miðvallarin frá.
Salford City verður lýst sum eitt lið, ið spælir nógv bóltin, meðan Notts County líkist meira Chesterfield í spælistíli. Komandi leygardag spælir Grimsby móti Tranmere úr Liverpool. Tað er fyrrverandi felagið hjá Gunnari Nielsen.
“Sjálvt babba var ótolin”
Tað er hálvt annað ár síðan Grimsby Town keypti Géza Dávid Turi frá Víkingi. Prísurin var um 700.000 krónur. Tað tók eitt ár hjá miðvallaranum at vinna sær fast pláss á liðnum. Í dag er hann glaður fyri, at hann var treiskur, hóast pápin, fyrrverandi málverjin Geza Tamas Turi, eisini var farin at ótolnast.
- Á jólum gekk illa hjá liðnum, og eg spældi ikki nógv. Babba er ein tolin maður, men eisini hann var blivin ótolin. Eg trúði allatíð uppá, at eg fór at sleppa framat. Familjan var á vitjan, tá eg fekk kjansin. Vit høvdu ikki vunnið í níggju dystum, tá venjarin gav mær møguleikan. Eg tók av, og venjarin segði, at eg skuldi spæla aftur. Síðani havi eg spælt fast, sigur Géza Dávid Turi.
Føroyski landsliðsspælarin er javnvágin á liðnum. Hann skal bæði hjálpa verjuni, sum hevur hildið mál reint í 12 landskappingadystum, síðani Géza Dávid Turi koma aftur á liðið, og skipa spælið við bólti.
- Vit hava staðið okkum væl í verjupartinum, og vit hava spælarar, sum skjóta nógv mál. Hetta hevur verið eitt spennandi kappingarár, har vit hava spælt týskvøld og leygardag í fleiri vikur, sigur “Lítli” Géza.
Tað var nakað av veitsluhýri eftir sigurin á Swindon Town, men nú verða eyguni vend móti komandi dysti og uppflytingardystunum.
Alt kann henda í fótbólti
24 ára gamli Géza Dávid Turi hevur eitt ár eftir av sáttmálanum. Hann hugsavnar seg bara um at spæla fyri Grimsby, har hann trívist væl. Tó veit hann, at tað kann ganga skjótt í fótbólti.
- Mær dámar væl at vera her. Tú veist aldri við fótbólti, og tað kann ganga skjótt. Venjarin hjá okkum er høgt í metum. Um hann fer, kann alt broytast hjá mær. So vit hugsa bara um at spæla uppflytingardystirnar, sigur Géza Dávid Turi.
Hann gleðist eisini um, at tað gongur so væl hjá Andriasi Edmundssyni í Hellas Verona í italsku Seria A. Miðvallarin vísur á, hvussu tydningarmikið tað er at halda fast.
- Eg eri glaður fyri, at eg stóð ímóti, tá ákoyringar komu á jólum. Eg vóni fyri landsliðið, at fleiri fara av landinum og standa við. Hygg eftir Andriasi. Tað er ein dreymur at spæla har, sum hann spælir, men vegurin har til hevur verið langur. Tú mást trúgva upp á tað, sigur Géza Dávid Turi at enda.
Grimsby Town spælir hálvfinalurnar miðskeiðis í mai mánaði. Uppflytingarfinalan verður mánadagin 25. mai á Wembley.





























