Serlig tingnevnd viðger starvsheiti hjá løgtings- og landsstýrisfólkum

Serlig tingnevnd viðger starvsheiti hjá løgtings- og landsstýrisfólkum
Broytingin er komin aftur í tingið nú, tí tvey løgting skulu góðkenna broytingar í stýrisskipanarlógini
Johan Dahl, løgtingsformaður, er formaður í grein 25-nevndini.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
29.04.2026 - 11:07

Løgtingið valdi í gjár eina grein 25-nevnd at viðgera uppskotið hjá formansskapinum um at broyta stýrisskipanarlógina.

Allir flokkar hava fólk í nevndini.

Í nevndini eru Johan Dahl, Sunnvá Dahl Høgfeldt, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, Jóhannis Joensen, Hervør Pálsdóttir, Bjarni K. Petersen, Steffan Klein Poulsen og Sámal Petur í Grund. 

Johan Dahl, løgtingsformaður, er formaður í grein 25-nevndini.

Løgtingið samtykti í 2023 at broyta stýriskipanina, so hon verður kynsóheft.

Tað er, at farið verður frá orðinum maður í øllum viðurskiftum, til at tosa um kvinnu og mann ella um fólk. 

Broytingin er komin aftur í tingið nú, tí tvey løgting skulu góðkenna broytingar í stýrisskipanarlógini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595