Vandi fyri hægri matvøruprísum

Vandi fyri hægri matvøruprísum
Meðan danskarar fáa ágóðan av lægri prísum, er vandi fyri, at føroyingar koma at merkja enn hægri prísir, sigur stjóri
Mynd: savnsmynd  
 
01.05.2026 - 18:00

Í Danmark hava matvøruhandlarnir Netto og Lidl boðað frá, at prísurin á fleiri hundrað matvørum lækkar.

Tað snýr seg til dømis um prísin á smøri og neytakjøti, sum verður bíligari. Men í Føroyum gongur kurvin eftir øllum at døma hinvegin.

 

Oljan ávirkar flutningin

Í FK hevur Claus Lundberg, stjóri, fingið boð frá flutningsfyritøku, at prísurin fyri flutning gerst dýrari. 

Hetta kemst av tí høga oljuprísunum, vit hava sæð seinastu tíðina. Og fyri føroyingar kann tað merkja, at matvørur gerast dýrari.

 

Innflyta stóran part

Í Føroyum verður meginparturin av matvørunum innfluttur. 

Og tá oljan hækkar, dýrkar kostnaðurin av flutningi eisini. Haraftrat dýrkar pakkitilfar, sum verður gjørt við olju, eisini.

 

Stúrin um dýrari mat

Við tí er tað ivasamt, um príslækkingarnar, sum danskir handlar seta í verk, koma at síggjast aftur á føroyska marknaðinum.

Heldur er vandi fyri, at føroyingar fara at merkja enn hægri prísir á matvørum, sambært stjóranum í FK.

 

1810308

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
RagnarRokk 12.november 2026
215565
Hósdag 12. november
RagnarRokk: Chuck Billy um Holding My Breath
215564
Hósdag 12. november
RagnarRokk:Joakim Nilsson um Fever
215561
Hósdag 12. november
Áin, Petur og jólini, Orð og tónar
216333
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210