Samtykt millum USA og sameind lond í Flógvanum skal tryggja oljuflutningin

Samtykt millum USA og sameind lond í Flógvanum skal tryggja oljuflutningin
Í samtyktina verður heitt á Iran um at steðga álopunum á skip, gevast við at leggja út sjóminur og gevast við at krevja inn gjøld fyri skip, sum sleppa gjøgnum Hormuzsundið
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
06.05.2026 - 10:48

USA og sameind lond í Flógvanum hava orðað eina samtykt, sum skal tryggja skipaferðsluna í Hormuzsundinum. 

USA heitur á Kina og Russland um ikki at nýta sýtingarrættin, veto, móti henni.

Í uppskotinum til samtyktina verður heitt á Iran um at steðga álopunum á skip, gevast við at leggja út sjóminur og gevast við at krevja inn gjøld fyri skip, sum sleppa gjøgnum Hormuzsundið. 

Kravt verður eisini, at eitt menniskjaligt marknalið verður latið upp, sambært amerikanska uttanríkisráðharranum, Marco Rubio.

 

USA væntar ongan mótstøðu

Umframt USA, stuðla Bahrain, Saudi Arabia, Sameindu Arabisku Emiratini, Kuwait og Katar uppskotinum til samtyktar.

Væntandi verður atkvøðugreiðsla í ST-trygdarráðnum ein av næstu døgunum.

Ætlanir um slíka samtykt komu undan kavi fyrr í vikuni. 


Skipakø í Hormuzsundinum (Mynd: Ritzau/Scanpix)

 

Amerikanski ST-sendiharrin, Mike Waltz, sigur, at hann ímyndar sær onga mótstøðu í Trygdarráðnum, tí einki land kann vera í móti banni fyri minum í altjóða siglingarleiðum, og at tað kostar at siglja ígjøgnum.

Uppskotið víkir frá eini fyrrverandi USA-stuðlaðari samtykt, har Kina og Russland nýttu sýtingarrættin, um at vápnahvíld er nú, og at støðan ikki longur er ein virkin ósemja, sigur Waltz í síni grundgeving.

- Eg havi argumenterað fyri bæði kinesarum og russarum, at tað er fyrimunur fyri teir, at samtyktin verður samtykt, og at trýst verður lagt á Iran, tí tað er áhugamál hjá teimum, at altjóða siglingarleiðir, serliga Hormuzsundið, ikki verða stongdar og elva til búskaparligan ruðuleika í fleiri tíggjutals londum kring heimin, sigur Rubio.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770