Haraldur kongur verður jarðaður í dag

Haraldur kongur verður jarðaður í dag
Jarðarferðin er bara fyri serliga innbodnum. Fríðrikur kongur og Mary drotning umboða Danmark
Kistan við Haraldi kongi fer av slottinum til dómkirkjuna í Oslo
Mynd: NTB/Ritzau Scanpix  
 
09.09.2026 - 08:12

Kongaligir gestir og ríkisleiðarar eru komnir til Noregs at vísa Haraldi kongi seinasta heiðurin, nú hann fer til gravar í dag.

Fleiri gistingarhús í miðbýnum í Oslo eru fullsett í sambandi við jarðarferðina, og onnur enn tey, ið skulu fylgja, sleppa ikki at gista. 

Fríðrikur kongur og Mary drotning umboða Danmark við jarðarferðina.

Tey búgva umborð á Dannebrog.

 


Strong trygdartiltøk eru í Oslo í sambandi við jarðaferðina. (Mynd: NTB/Ritzau Scanpix)

 

Politiið væl mannað

Norska politiið er væl fyrireikað og væl mannað. Okkurt um 3.500 hermenn í norsku verjuni vera eisini á varðhaldi til jarðarferðina, og norðmenn fáa hjálp frá svenska og danska politinum.

Jarðarferðin hjá Haraldi kongi er bara fyri serliga innbodnum, og tað er norska uttanríkisráðið, ið hevur sent gestunum innbjóðing vegna kongshúsið.

Sambært norska miðlinum, Nettavisen, er gestalistin loyniligur. 

Norska fregnartænastan, PST, hevur fyrr sagt, at hon er fyrireikað til, at amerikanski forsetin, Donald Trump, kemur at fylgja.

Haraldur, kongur, doyði 28. august, 89 ára gamal.

 

Samsenda við NRK

Kringvarpið samsendir við NRK beinleiðis frá jarðarferðini, ið byrjar klokkan 11 føroyska tíð, tá høvuðsportrið á slottinum verður latið upp, og 21 kanónskot verða latin av á Akershus borgini.

Kistan við konginum verður síðani flutt frá slottinum til dómkirkjuna í Oslo.

Jarðarferðin í dómkirkjuni byrjar klokkan 12 við almennari hátíðarløtu og gudstænastu.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286