Lóg um býli til ukrainar

Lóg um býli til ukrainar
Lógaruppskotið hjá landsstýrinum um bústaðir til burturriknar ukrainar er komið aftur í løgtingið
Ukrainarar hava búð í Barnaheiminum.
 
07.05.2026 - 09:15


Lógaruppskotið hjá landsstýrinum um bústaðir til burturriknar ukrainar er komið aftur í løgtingið.

Kjarnin í uppskotinum er, at Landsverk skal fáa greiða heimild at útvega bráðfeingis bústaðir, gera teir klárar og halda teir við líka. 

Landsverk skal eisini fáa heimild at áseta leigureglur og skilhaldsreglur um leigumálini.

Almannaverkið skal sleppa at seta ein sosialan samskipara, sum burturav skal taka sær av at hjálpa fólki í bráðfeingis bústøðunum.

Ella skal Almannaverkið gera avtalu við uttanhýsis part um at veita somu tænastu, ella part av somu tænastu fyri Almannaverkið.

Sambært lógaruppskotinum ásetur Landsverk húsaleiguna í samráði við landsstýrisfólkið í samferðslumálum. 

Til 2029

Lógin skal vera galdandi til og við 2028.

Í fjør vár mistu nógvir ukrainar bústað sín, tí teir skuldu leigast út til ferðavinnuna.

Onnur noyddust at flyta, tí bústaðurin skuldi seljast ella nýtast til annað endamál.

Ella tí tey rætt og slætt ikki høvdu ráð at rinda húsaleiguna.

Tað eydnaðist at fáa tey inn í Barnaheimið í Havn.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025