Arbeiðsgevarar og arbeiðsfólk samd

Arbeiðsgevarar og arbeiðsfólk samd
Arbeiðsgevarafelagið og arbeiðarafeløgini eru vorðin samd um tvey ára sáttmála
Tá skrivað var undir nýggja sáttmálan millum arbeiðsgevarafelagið og arbeiðarafeløgini.
Mynd: Vinnuhúsið  
 
08.05.2026 - 05:36

Arbeiðsgevarafelagið og arbeiðarafeløgini eru vorðin samd um tvey ára sáttmála.

Tímalønin hækkar 4,17 kr. 1. mai í ár og 5,97 kr. 1. mai næsta ár, tá hon fer upp í 171,94 kr. 

Og eftirlønin hækkar hálvt prosent 1. mai næsta ár, upp í 12,5 prosent. 

Ein partur av lønarkarminum verður nýttur til at hækka viðbøturnar fyri starvsaldur. 

Eisini eru broytingar gjørdar í einstøkum sersáttmálum.

Limirnir í arbeiðarafeløgunum hava fingið fleiri fridagar.

 

Frídagar

Hjá feløgunum í Havn er 1. novembur vorðin hálvur frídagur.

Hjá feløgunum uttan fyri Havnina er ólavsøkuaftan vorðin frídagur. 

Viðbótin fyri høvuðsreingerð er farin úr 9,15 prosentum upp í 15 prosent.

Tey, sum eru í sáttmálanum um fastløn, fáa nú munin millum lønina og dagpeningin í tríggjar mánaðir í staðin fyri tveir.

Og hjá teimum, sum fáa skaða í arbeiðnum, hevur arbeiðsgevarin skyldu at rinda munin millum lønina og sjúkradagpeningin í upp til seks mánaðir.

Og gjaldsskyldan stendur nú við í 18 mánaðir í staðin fyri 12.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037