Ferðafólkaskip geva nógv til kommunukassan og ferðavinnuna í Vestmanna

Ferðafólkaskip geva nógv til kommunukassan og ferðavinnuna í Vestmanna
- Kommunukassin og ferðavinnan í Vestmanna fáa rættiliga nógv burturúr, tá ferðafólkaskip koma, sigur borgarstjórin
Mynd: Vestmanna kommuna  
 
10.05.2026 - 14:20

- Kommunukassin og ferðavinnan í Vestmanna fáa rættiliga nógv burturúr, tá ferðafólkaskip koma.

Tað sigur borgarstjórin, Sára Jógvansdóttir, nú fyrsta ferðafólkaskipið hetta summarið kom tíðliga í morgun.

Talan er um marglætisskipið Silver Endavour. 200 ferðafólk eru við og manningartalið er 209.

Vestmanna Havn tekur móti skipum, sum vanliga hava millum 200 og 300 ferðafólk.

Í ár hava 12 ferðafólkaskip boðað frá, at tey koma til Vestmanna í summar og so nógv hava tey ongantíð verið fyrr.

Í fjør vóru tey átta og tvey í 2024.

Silver Endavour fer av Vestmanna aftur seinnapartin.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum

1811896

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Leygardag 9. mai
Jambalaja - 090526
208137
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996