Radio Salt: Víkingaskip skal smíðast, og Pubbin letur upp aftur

Radio Salt: Víkingaskip skal smíðast, og Pubbin letur upp aftur
Í kvøld kl. 19 verður sent beinleiðis Radio Salt úr Mentanarhúsinum Salt á Drelnesi, har tað verður tónleikur, skemt og nógv áhugaverd prát á skránni. Øll eru vælkomin í Salt
Vertir í Radio Salt eru frá vinstru Annika Bolton Mortensen, Jákup Magnussen og Gundur Joensen
 
29.04.2026 - 10:10

Klokkan 19 í kvøld verður aftur sent Radio Salt beinleiðis úr Mentanarhúsinum Salt. 

Sendingin er eisini ein almenn hugnaløta við tónleiki, skemti og áhugaverdum prátum, har øll í Suðuroynni eru vælkomin. Og nógv er á skránni aftur í kvøld. 

Eyðun Nolsøe, sum er heimskendur í Føroyum úr bólkinum Frændum, fer at framføra, og Annika Hvanngarð, ið er nevndarlimur í felagnum Víkingaskip, fer at greiða frá víkingaskipsætlanini á Drelnesi. Annika Hvanngarð fer eisini saman við søgufrøðinginum, Kára Jespersen, eisini at siga frá fólkalívi, mati og enn nýttum staðarnøvnum frá víkingatíð.

Harumframt koma umboð fyri feløgini Garðafelagið í Suðuroynni og Suðuroyar Talvefelag koma á gátt at greiða frá sínum virksemi.

Og so hava vit tey tíðindi, at Pubbin í handlinum hjá Thomsen letur upp aftur. Tað verður gjørt í samstarvi við kommununa og ferðavinnuna á staðnum.

 

Víkingaskipsætlanin er flutt úr Hovi á Drelnes - skamt frá Mentanarhúsinum Salt. Ætlanin er at byggja eitt víkingaskip á staðnum við norska Gokstadskipinum sum fyrimynd. Eisini fara neyst og skáli at verða bygd, eins og ein smiðja má útvegast. Haraftrat fara vit at tosa um víkingatíðina í breiðari merking.

Suðuroyar Garðafelag verður stovnað til frama fyri urtagarðsbrúk í oynni. Fólk kunnu býta fræ og íblástur, eins og til ber at senda vørur millum limirnar. Tina Grønbech og Guðrun í Lágabø vitja sendingina.

Suðuroyar Talvfelag varð stovnað í 2021, og her í mars telvaði felagið seg upp í triðju deild, tá felagið telvaði seg fram um Havnar Telvingarfelag í seinasta umfari. Skipað felags-telving hevur ikki verið í oynni í mong ár, men áhugin sigst vera rættiliga stórur. Fríði Stenberg, formaður, Ingi Ellingsgaard og Eyðun Nolsøe greiða frá.

Pubbin á Tvørákei letur upp aftur. Tað verður gjørt saman við Visit Suðuroy, sum flytir oman í pubbina í gamla Thomsen handli. Men pubbin er eisini annað enn ein pubb, og tí fer Ansgar Sørensen, fyristøðumaður, at greiða frá.

 

Fólk eru vælkomin á gátt á Drelnesi, men lurtast kann eisini heima.

Radio SALT byrjar sendingina í kvøld, ónskvøldið, stundisliga klokkan sjey.

Vertir eru Annika Bolton Mortensen, Jákup Magnussen og Gundur Joensen. 

Mentanarhúsið SALT og Kringvarp Føroya standa fyri framleiðsluni. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. apríl
Serfrøðingurin
207705
Týsdag 28. apríl
Eftir sjey feit ár (4:4)
207658
Týsdag 28. apríl
Flaggdagshald 2026
207663
Týsdag 28. apríl
Breddin: Fútin og Bakkafrostmálið
207660
Mánadag 27. apríl
Við Tórði á túri um Leirvíksfjall
207621
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207708
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687
Mánadag 27. apríl
Veðrið
207632
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204