Zelensky vil hitta Putin

Zelensky vil hitta Putin
Ukraina hevur heitt á Turkaland um at vera vertur fyri toppfundinum
Zelensky, forseti, hevur heitt á USA um at taka friðarsamráðingarnar millum Ukraina og Russland uppaftur.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
22.04.2026 - 11:11

Ukraina hevur biðið Turkaland um at vera vertur fyri einum fundi millum Volodymyr Zelensky, forseta, og russiska forsetan, Vladimir Putin.

Tað boðaði ukrainski uttanríkisráðharrin frá á tíðindafundi í gjár, skrivar Reuters.

- Ukraina er sinnað at umhugsa eitthvørt stað at hittast, tó ikki í Hvítarusslandi ella Russlandi, til fund við Putin, sigur uttanríkisráðharrin í landinum, Andriy Sybiha, sambært tíðindastovuni.

Sybiha segði einki um, hvussu turkiskir myndugleikar hava svarað uppskotinum. 

 

Ikki fremsta mál

Hvørki Turkaland ella Russland hava gjørt viðmerkingar til málið, men um vikuskiftið segði russiski uttanríkisráðharrin, Sergei Lavrov, at friðarsamráðingarnar við Ukraina ikki eru fremsta mál hjá Russlandi.

Russland, Ukraina og USA, sum hevur roynt semju, hava ikki hitst til samráðingar síðani miðskeiðis í februar. Síðani tá eru ætlaðar samráðingar avlýstar orsakað av Iran-krígnum.

Zelensky hevur heitt á USA og Russland um at halda fram við friðartilgongdini, men amerikonsku semingsmenninir, Steve Witkoff og Jared Kushner, eru upptiknir av samráðingunum millum USA og Iran.

Álopskríggið hjá Russlandi á Ukraina hevur nú vart í meira enn fýra ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961