Ergoterapi fær skúlanæmingar at trívast

Ergoterapi fær skúlanæmingar at trívast
- Vit síggja dagliga, hvussu ergoterapi kann vera stór hjálp hjá næmingum, sum ikki trívast í fólkaskúlanum, siga Carla Mikkelsen og Olga Skorastein, ergoterapeutar
 
11.05.2026 - 10:49

Skúlaaftran, mistrivnaður, serflokkar og sertilboð.

Javnan hoyra vit um skúlaaftran og næmingar, sum ikki trívast í fólkaskúlanum.

Men her kann ergoterapi vera ein góð hjálp, og tí átti hesin heilsufakligi viðgerðarhátturin at verið brúktur meira í føroyska fólkaskúlanum.

Tað halda ergoterapeutarnir í Ergoblómuni, sum er barnaergoterapi í Klaksvík. Í einum bloggi á heimasíðuni skrivaðu teir fyrr í mánaðinum um ergoterapi sum eitt amboð at hjálpa mistrivnaði hjá fólkaskúlanæmingum.

- Nervalagið hjá alsamt fleiri børnum arbeiðir ov nógv. Tey klára ikki at hugsavna seg, megna illa at sita still, og tankarnir koyra runt í høvdinum, sigur Carla Mikkelsen, ein av ergoterapeutunum í Ergoblómuni.

Starvsfelagi hennara, Olga Skorastein, vil vera við, at trpulleikin er vaksandi.

- Eg havi verið burtur frá fakinum í seks ár, og nú eg eri komin aftur, síggi eg nógv fleiri børn, sum hava eitt yvirstimulerað nervalag, sigur Olga Skorastein.

Orsøkirnar eru fleiri, sambært ergoterapeutunum.

- Tað er ein samansettur trupulleiki, men fyrst og fremst snýr tað seg um, at ferðin í dagsins samfelagi er ov høg. Og børnini hava tørv á at binda frið viðhvørt, sigur Carla Mikkelsen.

Í morgunsendingini greiða teir báðir ergoterapeutarnir frá barnaergoterapi, og hvussu tað kann hjálpa næmingum at trívast betur í skúlanum.

a_1387-5_SITE01
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762