Umsóknarfreistin til forstjórastarvið fer um eina viku

Umsóknarfreistin til forstjórastarvið fer um eina viku
Sjúkrahúsverkið skal hava nýggjan forstjóra fyri Steinar Eirikstoft, sum gavst 1. desember í fjør
Forstjóri í Sjúkrahúsverkinum er eisini sjúkrahússtjóri á Landssjúkrahúsinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
13.05.2026 - 09:21

Um eina góða viku fer freistin at søkja starvið sum forstjóri í Sjúkrahúsverkinum og sjúkrahússtjóri á Landssjúkrahúsinum.

Umsóknarfreistin er 21. mai.

Sjúkrahúsverkið umfatar Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús, Suðuroyar Sjúkrahús og Sjúklingahotellið í Keypmannahavn. 

Har eru 169 sengur, 1.200 ársverk, og raksturin kostar 1,2 milliardir krónur um árið. 

 

12.000 innleggingar

Í Sjúkrahúsverkinum eru 12.000 innleggingar um árið, 130.000 ambulantar viðgerðir, 5.000 skurðviðgerðir og 1.900 sjúklingar eru í viðgerð uttanlands.

Starvið er áramálssett í fimm ár við møguleika fyri at fáa tað longt í trý ár.

Starvið verður sett sum skjótast ella eftir nærri avtalu.

Steinar Eirikstoft gavst sum sjúkrahússtjóri í Landssjúkrahúsinum og forstjóri 1. desember í fjør. 

Síðan hevur Per Busk verið virkandi stjóri.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Mikudag 16. september
Mono - Gissur Patursson - 160926 - 2. sending
213360
Mikudag 16. september
Skratsj 16. septembur 2026
213358
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221