So glapp: Hondbóltsmenninir skulu til HM

So glapp: Hondbóltsmenninir skulu til HM
Í triðju royndini eydnaðist føroysku hondbóltsmonnunum at spæla seg til heimsmeistarakappingina. Tað stóð á í steðginum, men í seinna hálvleiki vístu Føroyar styrki
Óli Mittún fegnast um eitt føroyskt mál í sigrinum á Bosnia Hersegovina, sum sendi hondbóltsmenninar til HM
Mynd: Finnur Justinussen/Leit  
 
16.05.2026 - 23:08

So glapp. Í 2022 var Týskland ov sterkt, fyri tveimum árum síðan endaði tað við risavónbroti í Norðurmakedónia, men í kvøld manaðu føroysku hondbóltsmenninir øll spøkilsi í jørðina við at spæla seg til heimsmeistarakappingina í triðju royndini.

Landsliðið kom aftur til Føroyar við frálíkum fyrimuni í skjáttuni. Tað eydnaðist at vinna við tveimum á Bosnia Hersegovina í Tuzla, og við Tjarnir skuldi arbeiðið bara gerast liðugt. Tað var kanska júst har vandin lá. Føroyar høvdu ikki ráð at missa alt úr hondunum aftur hesaferð.

Tann óttin hómaðist í steðginum, tá útiliðið var á odda 17-15 og støðan var púra jøvn - í hvussu er millum áskoðararnar. Spælararnir hildu kortini høvdið kalt, og verjan fann rætta girið frá byrjan í seinna hálvleiki. Nakrar góðar takklingar komu beinanvegin, og so vóru øll við aftur.

 


Á flogi: Vilhelm Poulsen spældi tveir góðar dystir ímóti Bosnia Hersegovina. Her er høgri bakkurin á veg ígjøgnum mótstøðuverjuna (Mynd: Finnur Justinussen/Leit)

 

Óli vísti kynstur - Hákun søguligur

Eisini álopsspælið, sum var gott allan dystin, slapp ordiliga á flog við skjótu kontraálopunum, sum ikki høvdu verið so nógv at sæð fyri steðgin. 

Óli Mittún skuldi bera stóru álopsbyrðuna uttan skadda systkinabarnið, Elias Ellefsen á Skipagøtu, sum fyri fyrstu ferð var noyddur at hyggja at dystinum frá áskoðaraplássunum við Tjarnir. Tí leiklutinum treivst Kiel-stjørnan neyvan væl í, men á vøllinum syrgdi Óli Mittún fyri, at saknurin ikki gjørdist avgerandi. 

Ungi bakspælarin vísti síni kynstur við seks málum og ikki færri enn sjey uppleggum til liðfelagarnar, sum hjálptu stjørnuskotinum úr GOG við øllum, sum teir áttu. Og teir áttu ikki so lítið.

 


Søguligur: Hákun West av Teigum hevur nú skotið flest mál fyri manslandsliðið í hondbólti. - Higartil, segði hann eftir dystin, tí hann væntar sær kapping frá m.ø. Eliasi Ellefsen á Skipagøtu (Mynd: Finnur Justinussen/leit)

 

Hákun West av Teigum var eisini hesaferð í leiklutinum sum toppskjútti. 

Fýra skot vórðu misnýtt, gamaní, men tá heili 11 enda í netmeskunum skalt tú ikki klaga um úrtøkuna, sum var ein av høvuðsorsøkunum til, at Føroyar nú kunnu gleða seg til heimsmeistarakappingina í Týsklandi í januar. Við mongu málunum tók skarpskjúttin eisini málmetið á manslandsliðnum. Eitt satt bragd.

 

Rói Berg Hansen segði farvæl

Alt liðið svaraði í veruleikanum HM-kallinum við Tjarnir. Í bakketuni skiftust avloysararnir hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu um at spæla og skora. Tað gjørdu teir tríggir Leivur Mortensen, Vilhelm Poulsen og Teis Horn Rasmussen eisini við fýra málum í part. 

Ein maður, sum einki mál skoraði, fekk tó størstu viðurkenningina frá viðhaldsfjøldini við Tjarnir. Vinstri vongurin Rói Berg Hansen spældi nevniliga sín síðsta landsdyst, og kundi við góðari samvitsku lata seg fagna eftir nógv flott ár við Merkinum á bringuni. Hann hevur gjørt sítt á vøllinum og uttanfyri, og nú hann takkar fyri seg, eru aðrir til reiðar at taka við. 

Tað verður tørvur á øllum góðum kreftum. Føroysku menninir síggja nú inn í lovaða landið. Týskland var ov sterkt, Norðurmakedónia eisini, men eitt góðveðursleygarkvøld í Hoyvíkshaganum eydnaðist endiliga føroysku hondbóltsmonnunum at spæla seg til endaspælið í heimsmeistarakappingini. 

Føroyar skulu aftur til Týsklands.

 

Stórhøllin við Tjarnir (HM-røkkstøkk)

Føroyar - Bosnia Hersegovina, 33-28 (15-17)

Málskjúttar, Føroyar: Hákun West av Teigum 11 (7), Óli Mittún 6, Leivur Mortensen 4, Vilhelm Poulsen 4, Teis Horn Rasmussen 4, Helgi Hildarson Hoydal 1,  Bjarni í Selvindi 1, Tróndur Mikkelsen 1, Pauli Mittún 1

 


Upplyftur: Rói Berg Hansen var eisini við, tá tað ikki var eins stuttligt og nú. Vongurin takkaði fyri seg við Tjarnir, har liðfelagar og áskoðarafjøld takkaðu honum fyri árini (Mynd: Finnur Justinussen/Leit)

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta í Argja kirkju
208477
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424