- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ætlar at skipa borgarliga minnilutastjórn í Danmark

Troels Lund Poulsen, formaður í Vinstraflokkinum, boðaði á tíðindafundi fyrrapartin frá, at hann miðar eftir at skipa borgarliga minnilutastjórn við Vinstra, Konservativa flokkinum og Liberal Alliance.
Troels Lund Poulsen, sum er samráðingarleiðari, vil tryggja sær, at meiriluti ikki verður ímóti minnilutastjórnini, um hon verður skipað. Hann ætlar sjálvur at vera forsætisráðharri:
Lars Løkke Rasmussen. (Mynd: Ritzau Scanpix)
Lars Løkke Rasmussen, formaður í Moderatunum, sum hevur lyklastøðu, nú stjórn verður skipað, sigur seg undrast á, at Troels Lund Poulsen ikki roynir eftir eini stjórn tvørtur um politisku miðjuna.
Lars Løkke Rasmussen, sum sjálvur vildi hava Troels Lund Poulsen til samráðingarleiðara, vísir á, at formaðurin í Vinstra hevur nakrar dagar aftrat at skipa stjórn:
Verður ætlanin hjá Troels Lund Poulsen til veruleika, fær minnilutastjórin 46 sessir í fólkatinginum.
Trýstið liggur á Løkke
Politiski viðmerkjarin hjá TV2, Hans Engell, sigur, at nú liggur trýstið á Lars Løkke Rasmussen, tí spurningurin er, um hann fær meira av sínum politikki framdan við eini stjórn millumVinstra, Liberal Alliance og Konstervativa flokkinum enn við Mettu Frederiksen og Sosialdemokratunum.
- Stóri munurin er, at hjá Mettu Frederiksen hevði hann fingið ráðharrasess, men tað fær hann ikki í uppskotinum um stjórn hjá Troels Lund Poulsen, sigur pHans Engell við TV2.


























