Tríggjar umsóknir til prestastarv í Hvalvík

Tríggjar umsóknir til prestastarv í Hvalvík
Ætlanin er at seta starvið 1. august
Hvalvíkar kirkja.
 
19.05.2026 - 08:39

Tríggjar umsóknir eru til embætið sum sóknarprestur í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi.

Nú Jákup Erlingsson Petersen er settur í embætið sum sóknarprestur í Suðuroyar norðara prestagjaldi, var prestastarvið í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi leyst at søkja.

Ætlanin er at seta starvið 1. august.

Presturin hevur sæti í Hvalvík.

Kirkjusóknirnar eru fimm, Hvalvík, Hósvík, Saksun, Haldórsvík og Tjørnuvík. 

Gudstænastur eru eisini í skúlanum á Langasandi.

Kirkjuráðini, sum umvegis biskupin innstilla, fara at taka støðu til umsóknirnar nú í mai, skrivar heimasíðan hjá fólkakirkjuni.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423