Dýrari at sleppa av við rusk hjá IRF

Dýrari at sleppa av við rusk hjá IRF
1. juni hækka prísirnir okkurt um fimm prosentstig
IRF á Hagaleiti sunnan fyri Leirvík.
 
22.05.2026 - 06:33

1. juni hækkar IRF prísirnar okkurt um fimm prosentstig.

Orsøkin er størri rakstrarkostnaður, sigur IRF.

Smátt burturkast at brenna verður 13 kr. dýrari fyri rúmmeturin.

Nýggjur prísur er 248 kr. fyri rúmmeturin.

Stórt burturkast at minka og brenna verður 16 kr. dýrari.

Rúmmeturin fer at kosta 331 kr.

Lívrunnið burturkast at brenna verður 50 kr. dýrari.

Rúmmeturin fer at kosta 1040 kr.

Papp at endurvinna verður tríggjar krónur dýrari.

Tað fer at kosta 48 kr. fyri fermeturin.

Allir prísir omanfyri eru uttan meitvirðirgjald, sigur IRF.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520