Grønlendingar mótmæla: Vit eru ikki til sølu

Grønlendingar mótmæla: Vit eru ikki til sølu
Eini 500 fólk vóru í mótmælisgonguni uttan fyri nýggja amerikanska konsulátið í Nuuk í gjár
Frá mótmælistiltakinum í Nuuk í gjár.
Mynd: Oscar Scott Carl/Oscarscottcarl/Ritzau Scanpix  
 
22.05.2026 - 08:35

Mótmælisgonga var í Nuuk í gjár í sambandi við, at USA læt upp konsulat í nýggjum hølum í grønlendska høvuðsstaðnum.

Sambært grønlendska miðlinum Sermitsiaq vóru umleið 500 fólk við í mótmælisgonguni, sum hevði til endamáls at siga USA, at Grønland ikki er til sølu.

- Tað er huvekjandi, at USA, sum í ár hátíðarheldur tjóðardag nummar 250 í røðini, ætlar at keypa Grønland. Vit eru eitt demokratiskt land, sum í longdini vil hava fullveldi, segði Aqqalukkuluk Fotain, sum skipaði fyri mótmælisgonguni, í røðu síni uttan fyri konsulátið.

Hann bað amerikonsku myndugleikarnar lurta eftir grønlendingum.

 


(Mynd: Oscar Scott Carl/Ritzau Scanpix)

 

Ikki til sølu

- Vit eru ikki til sølu, og vit eru ikki eitt hernaðarligt objekt. Vit eru eitt fólk í einum samfelag, í einum heimi. Vit góðtaka ikki hóttanir úr USA. Um USA trýr uppá sjálvbjargni og sjálvsavgerðarrætt, so skilja tey okkara ynski. Fellur Grønland, kunnu øll onnur lond eisini falla. "Eitt nei er eitt nei", segði Aqqalukkuluk Fontain.

Løgreglan hevði sett vegforðingar upp fyri at tryggja økið, so mótmælisfólkini fingu frið fyri ferðsluni.

 

 


(Mynd: Oscar Scott Carl/Ritzau Scanpix)

 

"Gevst so, USA"

Fólk gingu við grønlendska flagginum, sum eitur Erfalasorput, skeltum við mynd av Donald Trump og Jeffrey Epstein og slagorðinum "USA ASU", sum umsett til føroyskt merkir "Gevst so, USA".

Eisini vendu mótmælisfólkini amerikanska konsulatinum bakið og stóðu tigandi í tveir minuttir fyri at vísa sína ónøgd við atburðin hjá USA.

Tað var tó ikki bara uttan fyri konsulatið, at grønlendingar mótmæltu. Malene Vahl Rasmussen, borgarstjóri í Nuuk, var ein av gestunum, tá konsulátið skipaði fyri upplatingarmóttøku, og hon nýtti høvi til at geva Ken Howery, sendiharra, eitt mótmælisskriv. Aftaná fanst Malene Vahl Rasmussen at USA og segði, at soleiðis ber ein sameindur seg ikki at, og at borgararnir í Grønlandi stúra fyri, at land teirra verður yvirtikið av USA, skrivar Sermitsiaq.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Hósdag 24. september
Nýtt ljóð
213747
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585