Ivast í lutinum hjá nýskipanarnevndini

Ivast í lutinum hjá nýskipanarnevndini
Ætlaða sparingin, sum skuldi vera millum 19 og 20 mió. kr. eftir trimum árum, er nú komin niður í 16,3 mió. kr.
Fyrsti landsstýrisfundur eftir valið í mars.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
25.05.2026 - 10:19


Ætlaða sparingin, sum skuldi vera millum 19 og 20 mió. kr. eftir trimum árum, er nú komin niður í 16,3 mió. kr.

Talan er um stjórnarráðini, sum skuldu vera seks, men nú eru vorðin sjey.

Sirið Stenberg og Ruth Vang í figgjarnevndini taka undir við at pengar fylgja stjórnarráðum og landsstýrisfólkum, sum skotið verður upp í uppskoti hjá landsstýrinum um eykaáttan.

Men tær siga, at uppskotið gevur høvi at rógva afturáaftur tilmælið hjá nýskipanarnevndini um at fækka stjórnarráðini úr níggju niður í seks. 

Og tí tók politiska skipanin undir við.

Men longu nú eru vit farin upp aftur í sjey ráð.

Tí spyrja vit, um ætlanin var nóg væl politiskt grundfest og handfarin, siga Sirið Stenberg og Ruth Vang. 

Ætlaða sparingin, sum skuldi vera millum 19 og 20 mió.kr. eftir trimum árum, er við hesum longu komin niður á 16,3 mió. kr., siga tær.

Tað fremur ikki álit á politisku skipanina. 

Við hesum seta vit stórt spurnartekin við framtíðar lutin hjá nýskipanararbeiðinum, siga tær eisini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891