Trupul, men góð tíð í Italia

Trupul, men góð tíð í Italia
Andrias Edmundsson er kosin besti spælari í Hellas Verona, sum skal spæla í næstubestu deildini næsta kappingarár
Hellas Verona keypti Adrias Edmundsson úr pólskum fótbólti fyri 2,5 mió. evrur í februar, tað svarar til knappliga 18,7 mió. kr. í okkara pengum.
 
27.05.2026 - 14:02

- Fyrsta tíðin í Italia hevur verið trupul, men góð.

Tað sigur Andrias Edmundsson, sum er valdur besti spælari hetta kappingarárið í felagi sínum Hellas Verona, sum flutti niður og skal spæla í næstbestu deildini næsta kappingarár.

Føroyski landsliðsspælarin, Andrias Edmundsson, hevur veruliga gjørt vart við seg síðani hann skifti til italskan fótbólt í februar. Hann er valdur til dagsins spælara fimm ella seks ferðir fyri Hellas Verona, og hevur eisini verið á vikuliðnum yvir spælarar, sum hava fingið hægst karakter í bestu deildunum í Evropa.

Nú kappingarárið er av, hava fjeppararnir hjá Verona valt Andrias til besta spælara í ár.

Hellas Verona keypti Adrias Edmundsson úr pólskum fótbólti fyri 2,5 mió. evrur í februar, tað svarar til knappliga 18,7 mió. kr. í okkara pengum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

27052026_Edmundsson_og_Italia

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329