Eingin samtykt um príseftirlit

Eingin samtykt um príseftirlit
Løgtingið samtykti ikki at stovna príseftirlit. Løgtingið samtykti at geva Kappingareftirlitinum størri heimildir
Kappingareftirlitið hevur fingið størri heimildir.
 
01.06.2026 - 06:46

Løgtingið samtykti ikki at stovna príseftirlit.

Løgtingið samtykti at geva Kappingareftirlitinum størri heimildir.

Kappingareftirlitið fekk eisini pengar til at seta fólk til burturav at gera marknaðarkanningar.

Kappingareftirlitið hevur støðugt marknaðareftirlit við marknaðum, sum hava týdning fyri fólk.

Um hetta arbeiðið longu nú hevur havt nakra ávirkan á kappingina ella prísgongdina, er ilt at siga. 

Ov tíðliga

Neyðugt er at fylgja einari gongd leingi, áðrenn niðurstøða kann gerast um árinið á kappingina ella prísgongdina.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur svarað Súsonnu Bertholdsen, løgtingskvinnu, sum spurdi um príseftirlit.

Hann sigur, at Kappingareftirlitið kann við kappingarlógini í hondini geva boð um at farast kann ikki upp um tilskilaðar prísir ella vinning.

Tað kann eisini krevja, at ávísir útrokningarhættir skulu nýtast, tá prísir ella vinningur vera roknaðir.

Sum frá líður ber betur til at siga, um heimildirnar hjá Kappingareftirlitinum virka eftir ætlan, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096