Hizbollah tekur ikki undir við vápnahvíldini

Hizbollah tekur ikki undir við vápnahvíldini
Vápnahvíldin millum Ísrael og Libanon kom í lag bert fáar tímar eftir, at ísraelsk álop í Suðurlibanon í gjár drupu í minsta lagi níggju fólk
Naim Qassem er leiðari í Hizbollah, sum fær stuðul úr Iran.
Mynd: Reuters  
 
04.06.2026 - 15:31

Hizbollah havnar avtaluna um vápnahvíld, sum Ísrael og Libanon samdust um í nátt í Washington býi undir amerikanskari leiðslu.

Tað skrivar tíðindastovan Reuters.

Vápnahvíldin millum Ísrael og Libanon kom í lag bert fáar tímar eftir, at ísraelsk álop í Suðurlibanon í gjár drupu í minsta lagi níggju fólk.

 

Forsetin fingið boð

Í skrivligari fráboðan sigur Hisbollah seg hava boðað forsetanum, Joseph Aoun, frá, at Hizbollah vísir avtaluni aftur, og treytin hjá teimum er, at Ísrael tekur seg úr libanskum øki, skrivar Sky News.

Mótstøðan heldur fram, so leingi Libanon er hersett, sigur Naim Qassem, leiðari í Hizbollah, skrivar Reuters.

- So leingi álop verða framd á libanskar bygdir, og fólk lata lív, verður ikki trygt í norðara parti av Ísrael, segði Naim Qassem, fyrr í dag, eftir at í minsta lagi fýra fólk lótu lív í ísrealskum álopum í Libanon sambært libanskum myndugleikum, skrivar the Guardian.

Yvirgangsfelagsskapurin, Hizbollah, sum fær stuðul úr Iran, var ikki partur av samráðingunum um vápnahvíldina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423