Kvinnur gera færri íløgur enn menn

Kvinnur gera færri íløgur enn menn
Tað hjálpir ikki fíggjarligu gjónni millum kynini, at kvinnur aftra seg, tá tað snýr seg um at gera íløgur, tí har er nógv at vinna, sigur íløguleiðari
Kvinnur aftra seg við at gera íløgur
Mynd: Savnsmynd  
 
07.06.2026 - 18:55

Kvinnur halda seg ikki framat í sama mun sum menn, tá tað snýr seg um at gera íløgur.

Hetta merkir millum annað, at fleiri kvinnur fara frá við eftirløn við eini lægri upphædd enn menninir.

Men hetta noyðist ikki at vera so, sigur Hjalti Mohr Jacobsen, íløguleiðari í Føroya Banka.

 

Kvinnur minni váðafúsar

Sambært Hjalta Mohr Jacobsen eru kvinnur sum heild minni váðafúsar enn menn, og hava ikki líka stóran áhuga fyri íløgum.

Men um hugt verður aftur í tíð, so hevur tað loyst seg ógvuliga væl at hava uppsparing og pensjón í íløgum, sambært íløguleiðaranum.

Tí er hetta ein vinningur, sum lutfalsliga fleiri menn enn kvinnur fáa ágóðan av.

 

Kvinnur eiga minni inni

Fíggjarliga gjógvin millum kynini er ikki nakað nýtt. Og hon gerst ikki minni, um kvinnur ikki halda seg framat at fáa part av vinninginum.

- Kvinnur hava eina lægri pensjón frammanundan, og um tær eisini fáa eina lægri úrtøku, so fer støðan ikki at broytast framyvir, sigur Hjalti Mohr Jacobsen.

Tað er í síðsta enda ein sjálvur, sum má taka stigið. Og spyrt tú íløguleiðarin er hetta eitt umráðandi stig at taka støðu til.

Trýst á pílin niðanfyri og hoyr innslagið, sum varð sent í tíðindunum seinnapartin.

1816583

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595