Rógvi og Valborg føroyameistarar í maraton

Rógvi og Valborg føroyameistarar í maraton
Rógvi Kárason og Valborg Heinesen vóru skjótastu føroyingarnir, tá Tórshavn Maraton var í Havn sunnudagin
 
07.06.2026 - 17:35

Rógvi Kárason og Valborg Heinesen vóru skjótastu føroyingarnir á maratonteininum, tá Tórshavn Maraton var í høvuðsstanum sunnudagin.

Rógvi Kárason úr Bragdinum vann føroyameistaraheitið hjá monnum við tíðini 2.43.56 tímar, 14 minuttir frammanfyri Torbjørn Hentze, sum var næstskjótasti føroyingurin. Hann er eisini úr Bragdinum.

Tað eydnaðist kortini ikki at vinna Tórshavn Maraton, tí Raoul Jankowski úr Týsklandi kom á mál bert 31 sekund fyrri enn Rógvi Kárason og vann sostatt kappingina fyri fimtu ferð.

Tíðin hjá Rógva Kárason er tó tann skjótasta hjá nøkrum føroyingi til Tórshavn Maraton.

Valborg Heinesen úr Bragdinum fór avstað við FM-heitinum hjá kvinnum. Hon rann teinin upp á 3.30.23 tímar, góðar tveir minuttir frammanfyri Maritu Andrasardóttir, sum eisini umboðaði Bragdið. 

Vinnarin hjá kvinnum var kortini ikki føroyingur. Sviin Frida Sødermark kom fyrst um mállinjuna við tíðini 3.23.36.

 

Bjørk og Oliver vunnu hálvmaraton

Bjørk Herup Olsen og Oliver Granhøj úr Bragdinum vóru fremst í hálvmaraton.

Bjørk Herup Olsen gjørdist fyri kortum føroyameistari í hálvmaraton, og formurin undan oyggjaleikunum næsta summar tykist vera góður, tí hon vann hjá kvinnum við tíðini 1.37.01 á hørðu rutuni í Havn.

Hjá monnum kom Oliver Granhøj fremstur á mál við tíðini 1.22.52. Á øðrum plássi ein góðan minutt seinni endaði Jákup Andrias Kristiansen 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926