Hjálp úr Danmark at skriva umsóknir um endurgjald

Hjálp úr Danmark at skriva umsóknir um endurgjald
Eitt ferðalið verður sent úr Danmark til Grønlands í heyst at hjálpa kvinnum at skriva umsókn um endurgjald frá danska statinum
Snyril. Danska stjórnin hevur upplýst, at okkurt um 4.500 kvinnur kunnu hava rætt til endurgjald.
Mynd: Shutterstock.com  
 
09.06.2026 - 07:17

Eitt ferðalið verður sent úr Danmark til Grønlands í heyst at hjálpa kvinnum at skriva umsókn um endurgjald frá danska statinum fyri óviljað at hava fingið snyril og fyribyrgingarsproytuna Depo Provera.

Danski staturin skipar fyri.

Sambært danska kringvarpinum vera løgfrøðingur, sum eisini er sjúkrarøktarfrøðingur, grønlendskur sálarfrøðingur, tolkur og ein dómari, sum er farin frá við eftirløn, í ferðaliðnum.

Endurgjaldið er 300.000 kr. til hvørja kvinnu.

Danska stjórnin hevur upplýst, at okkurt um 4.500 kvinnur kunnu hava rætt til endurgjald.

Landslæknin í Grønlandi veit um 15 dømi um snyril uttan samtykki eftir 1992, tá Grønland yvirtók heilsuverkið.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650