Stóru kanónirnar skutu Svøríki í gongd

Stóru kanónirnar skutu Svøríki í gongd
Alexander Isak og Viktor Gyökeres skutu hvør sítt mál, tá Svøríki smurdi Tunesia av í sínum fyrsta dysti í HM-endaspælinum
Alexandar Isak hevur skorað til 2-0 fyri Svøríki, sum vann 5-1 á Tunesia
Mynd: Henry Romero/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
15.06.2026 - 09:52

Meksikanski býurin Monterrey varð litaður bláur og gulur, tá Svøríki fór undir HM við stórsigri á Tunesia í nátt.

Stóru Premier League-kanónirnar í álopinum royndust væl. Alexander Isak skoraði eitt mál, og legði upp til tvey, meðan Viktor Gyökeres skeyt eitt og legði upp til eitt.

Hini málini skutu Brighton miðvallarin Yasin Ayari (2) og Mattias Svanberg. Omar Rekik minkaði tum munin til 2-1 fyri Tunesia stutt fyri steðgin, men sviar vunnu 5-1.

 

Kurasau oyruni í týsku maskinuna

Kurusau er minsta landið, sum hevur spælt í heimsmeistarakappingini, og í eina løtu var karibiska smátjóðin í dreymalandi.

Livano Comenencia javnaði nevniliga til 1-1, tá 21 minuttir vóru spældir í Houston, men løtan søti dreymurin gjørdist skjótt til marru, tá týska maskinan av álvara fór í gongd. 

 


Í dreymalandi: Livano Comenencia hevur javnað til 1-1 fyri Kurasau ímóti Týsklandi, men smátjóðin tapti til endans heili 7-1 (Mynd:Annegret Hilse/Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Týskarar skutu heili seks mál ímillum 38. og 88. minutt, og Kurusau mátti lúta heili 7-1. 

í gjárkvøldið spældu Niðurlond og Japan javnleik 2-2, meðan Fílabeinsstrondin vann 1-0 á Ekvador við málið síðsta minutti.

 

Evropameistararnir spæla

Í dag spæla evropameistararnir úr Spania sín fyrsta dyst. Barcelona-stjørnan Lamin Yamal er ivasamur til fyrsta dystin, men spaniólar eru stórfavorittar ímóti Grønhøvdaoyggjum seinnapartin.

Seinni bresta Mohamed Salah og Egyptaland saman við Kevin De Bruyne og Belgia, áðrenn Saudiarabia og Uruguay runda dagin av. Iran og Nýsæland spæla í nátt.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Mikudag 16. september
Mono - Gissur Patursson - 160926 - 2. sending
213360
Mikudag 16. september
Skratsj 16. septembur 2026
213358
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221