- Tíðindi, mentan og ítróttur
Filmsfelagið: "Ein ynskidreymur at vera fyrst at vísa ein altjóða film"

Hvørt mikukvøld um heystið, veturin og várið sleppur Filmsfelagið at velja art house film, listaliga áhugaverdan film, til at vísa í Havnar Bio.
Og mikukvøldið 2. september verður Filmsfelagið tey fyrstu at vísa nýggja danska-føroyska-ræðufilmin "No Rest for the Wicked" í Havnar Bio.
Birgir Kruuse er formaður í Filmsfelagnum.
Hvussu forkunnigt er tað at kunna byrja heystskránna hjá Filmsfelagnum við einum nýggjum spælifilmi, sum í stóran mun er føroyskur?
»Tað er ein ynskidreymur, at hava so gott samstarv við fremsta føroyska filmsframleiðaran, Jón Hammer, at hann bjóðar okkum at verða tey fyrstu, ið vísa ein altjóða film, "No Rest for the Wicked", har Føroyar eru fremstar fyri á løriftinum.
Søgan er ein týsk homoerotisk vampýrsøga, sum kom út í 1885 undir heitinum "Manor". Sami høvundur, Karl Heinreich Ulrichs (1825-1895), hevur einsini skrivað "Der Mönch von Sumbö", sum kom út í Leipzig sama ár. Hanus Kamban hevur týtt "Manor" til føroyskt, sum Jón Sonni Jensen hevur myndprýtt, Eiler Fagraklett hevur skrivað inngang til søguna og LGBT+ Føroyar góvu hana út í 2014.
Í Filmsfelagnum velja vit ofta fólk at hava ein inngang til vælvitjaðu sýningarnar, og hetta fyrsta mikukvøldið í heystskránni fer Eiler at innleiða. Tað er longu fult hús og eftirfylgjandi verða fleiri sýningar við "No Rest for the Wicked" í Havnar Bio, sum er seinasti biografur í Føroyum.«
Hvat fara tit annars at borðreiða við í Filmsfelagnum í heyst?
»Vit hava sýningar hvørt mikukvøld og vísa nýggjar listaliga áhugaverdar filmar. Eftir føroyska vampýrfilmin, vísa vit "Tveir ákærar", sum byggir á søgu hjá Gulag yvirlivaranum Georg Demidov (1908-1987), sum sat fangi í Sibir í fjúrtan ár. Russiski leikstjórin, Sergei Loznitsa, hevur gjørt filmin.
Síðan kemur enski, "Palestine '36", ið Annemarie Jacir, sum er fødd í Bethlehem í 1975, hevur gjørt um støðuna í Palestina í 1936. Jacir vaks upp við kristnum foreldrum á Vestara Áarbakka, flutti til Saudiarabia og tók útbúgving í USA.
Ísraelski leikstjórin, Guy David, fer sjálvur at innleiða og sýna ísraelska filmin "Innocence" um hernaðardubbing sum tilveru í landinum, heilt niður í barnagarð.
Ídnasti franski leikstjóri, François Ozon, hevur kastað seg yvir klassikaran hjá Albert Camus, "L'Étranger", sum vit vísa 30. septembur.
Eftir tann filmin sýna vit triðja og seinasta film hjá Anders Refn "De forbandede år" um tvítýðugu árini undir krígnum í Danmark. Jesper Christensen, sum fyrr hevur vitjað Filmsfelagið, hevur høvuðsleiklutin.
So koma "Digger" hjá Alejandro G. Iñárritu, "The Social Reckoning" um Facebook og danska filmin "Pigedyr" hjá Selma Sunniva, sum byggir á søgu hjá Cecilie Lind.«
Tá Havnar Bio bjóðaði Filmsfelagnum at stýra, velja og kuratera mikukvøld, kom eingin í biograf tað kvøldið. Vitjunartalið var null. Í dag er ofta fult hús
Hvussu er undirtøkan fyri sýningunum hjá Filmsfelagnum? Er enn ein tørvur fyri at hava hesar sersýningar?
»Undirtøkan er serstakliga góð. Tá Havnar Bio bjóðaði Filmsfelagnum at stýra, velja og kuratera mikukvøld, kom eingin í biograf tað kvøldið. Vitjunartalið var null. Í dag er ofta fult hús. Avtalan við Havnar Bio er, at vit vísa art house film, listaliga áhugaverdan film, sum er tøkur á biografmarknaðinum. Tað merkir til dømis, at vit vísa Cannes vinnarar so skjótt teir eru tøkir. Eftir ársskiftið vísa vit teir fremstu filmarnar frá ársins filmstevnu í Cannes, "Fjord", "Minotaur" og "Fatherland".
Annars er støðan tann, at bara ein biografur er eftir í Føroyum, Havnar Bio, har Filmsfelagið varð stovnað í 1962. Tí er okkara mentapolitiska sikti eisini at stuðla hesum seinasta upplivingarrúmi, ið vit tvíhalda um er tað rætta at síggja film í. Tí hava vit í meir enn eitt ár havt samband við mentanarfyrisitingina í Tórshavnar kommunu um varðveitingarvirði í biografinum, sum er mitt í býnum og – halda vit – ikki má gleppa okkum av hondum.«
Filmsfelagið, sum varð stovnað í 1962, var endurstovnað í 1984. Primusmotorar í endurstovnanini vóru Birgir Kruse (t.v.) og Ole Wich (t.h.)
























