- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ísland stuðlar Føroyum í málinum um sjálvstøðugan limaskap

Ísland stuðlar av fullum huga føroyska ynskinum um fullgyldugan limaskap í Norðurlandaráðnum.
Tað segði íslendska forsætisráðfrúan Kristrún Frostadóttir við Kringvarpið eftir stjórnarleiðarafundin í gjár, og hon væntar eina loysn um fáar mánaðir.
- Viðurskiftini millum Norðurlondini kunnu vera ymisk, men tá tað eru lond, sum vilja hava broytingar, og sum vilja hava sæti í ráðnum, so hevur tað týdning fyri felagsskapin, at tað er rúm fyri øllum, sigur Kristrún Frostadóttir, og vísir á íslendsku royndirnar við, at tað ber til at loysa truplar støður millum lond.
Hoyr samrøðu, sum Katrin Johannessen gjørdi við íslendsku forsætisráðfrúuna á Norðurlandaráðsfundinum í Helsinki:




























