Grønhøvdamenninir glitraðu aftur

Grønhøvdamenninir glitraðu aftur
Grønhøvdaoyggjar fingu enn eitt minniligt stig við javnleiki ímóti Uruguay, meðan Spania kickstartaði sítt endaspæl við stórsigri á Saudiarabia
Kevin Pina hevur lagt Grønhøvdaoyggjar framum ímóti Uruguay
Mynd: Chandan Khanna/AFP/Ritzau Scanpix  
 
22.06.2026 - 09:51

Grønhøvdaoyggjar fingu enn eitt minniligt HM-úrslit, tá tær spældu javnleik ímóti Uruguay í Los Angeles í gjárkvøldið.

Kevin Pina skoraði til 1-0 fyri grønhøvdamenn við beinleiðis frísparkimiðskeiðis í fyrra hálvleiki, áðrenn Maximiliano Araújo og Agustín Canobbio vendu dystinum beint fyri steðgin.

Tað eydnaðist kortini Helio Varel at javna fyri Grønhøvdaoyggjar, tá ein góður tími var spældur, og hálvan tíma seinni var javnleikurin og annað stigið veruleiki hjá smátjóðini, sum framvegis spælir um at koma víðari.

 


Lamine Yamal skrivaði søgu við sínum fyrsta HM-máli. Unga Barcelona-stjørnan telist longu nú millum heimsins bestu spælarar (Mynd: Siphiwe Sibeko/Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Yamal og Spania settu í gongd

Mikel Oyarzabal nam ikki við bóltin fyrsta hálva tíman í málleysa javnleikinum ímóti Grønhøvdaoyggjum í fyrsta dystinum hjá Spania, men bæði hann og hinir spaniólarnir kickstartaðu sítt endaspæl við 4-0 stórsigri á Saudiarabia í gjár.

Oyarzabal skeyt sjálvur málini til 2-0 og 3-0, men áðrenn tað hevði hann lagt upp til blaðungu stjørnuna hjá Barcelona, Lamine Yamal, sum skrivaði søgu við sínum fyrsta HM-málið. Tað verður neyvan hansara seinasta.

Fjórða málið kom eftir sjálvmál tíðliga í seinna hálvleiki.

 

Salah skoraði og Egyptaland vann

Er Yamal á veg inn, er Mohamed Salah kanska á veg út, men aldrandi egyptiska stjørnan vísti, at hann enn hevur mál í beinunum. Hann skoraði eitt og legði upp til annað, tá Eygyptaland vann 3-1 á Nýsælandi í Vancouver og fekk sín fyrsta HM-sigur yvirhøvur.

Finn Surman legði annars Nýsæland framum, men Mostafa Ziko, Salah og Mahmoud Trezeguet skutu Egyptaland framum eftir steðgin. 

Í hinum dystinum í bólki G spældu Iran, sum framvegis má ferðast inn og út úr USA, og Belgia málleysan javnleik. Nathan Ngoy sá reytt fyri neyðbremsu miðskeiðis í seinna hálvleiki. 

 


Mohamed Salah vísti, at hann framvegis hevur mál í beinunum, tá Egyptaland vann sín fyrsta HM-dyst (Mynd: Albert Gea/Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Toppskjúttar aftur á vøllin

Í dag og í nátt eru fleiri spennandi dystir, og fleiri av stórskjúttunum skulu aftur á vøllin. Lionel Messi og Argentina skulu royna seg ímóti Eysturríki, Kylian Mbappé og Frakland spæla ímóti Irak, og Erling Haaland og Norra bresta saman við Senagal.  

Síðsti dysturin verður er ímillum Jordan og Algeria.

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. juni
Skratsj 24. juni 2026
210120
Mikudag 24. juni
Morgunlestur mikudagur 24.juni 2026
209940
Týsdag 23. juni
Millum tøkini #11: Jóansøka
210084
Týsdag 23. juni
Morgunlestur týsdagur 23.juni 2026
209939
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980