Stjørnukríggini hildu fram í regninum

Stjørnukríggini hildu fram í regninum
Kylian Mbappé skoraði tvey í regndystinum ímóti Irak í Philadelphia, og Erling Haaland gjørdi fraklendinginum kynstrið eftir í 3-2 sigrinum hjá Norra á Senegal
Stjørnukríggini halda fram. Lionel Messi, Kylian Mbappé og Erling Haaland (omanfyri) skutu allir tvey mál í dystum sínum í gjár
Mynd: Angela Weiss/AFP/Ritzau Scanpix  
 
23.06.2026 - 11:02

Stríðið millum heimsstjørnurnar um HM-toppskjúttaheitið helt fram í gjárkvøldið, og tað var ikki við mýkindum.

Franski Kylian Mbappé og norski Erling Haaland høvdu ivaleyst sæð Lionel Messi skjóta tvey mál ímóti Eysturríki seinnapartin í gjár og taka málmetið frá Miroslav Klose. 

LES EISINI: Messi upp á máltindin

Argentinski gandakallurin kom samstundis upp á fimm mál í kappingini higartil, og teir báðir fremstu framherjarnir í nýggja ættarliðnum tóku dystin upp.

 


XVIII: Lionel Messi skorar seinna málið ímóti Eysturrík beint fyri leiklok í Arlington, Texas, og kemur upp á 18 HM-mál samanlagt. (Mynd: Stacy Revere/AFP/Ritzau Scanpix)

 

Floymur í Philadelphia

Fyrstur at royna seg var Kylian Mbappé, og hann hevði longu skotið eitt mál ímóti Irak, tá dysturin var steðgaður, tí toran, sum hevði satt áarføri við sær, gekk nærhendis Lincoln Financial Field.

Góðar tveir tímar seinni varð dysturin tikin uppaftur, og tað kom neyvan óvart á, at Real Madrid-stjørnan legði eitt mál afturat og kom upp á fýra samanlagt í kappingini. Triðja málið skoraði Ousmane Dembélé og Frakland er víðari til sekstandapartsfinalurnar.

Erling Haaland helt eisini fram, har hann slepti ímóti Irak við tveimum málum í 3-2 sigrinum hjá Norra á Senegal. Norski framherjin kom eisini upp á fýra mál, og Norra, sum spælir sítt fyrsta endaspæl síðan 1998, er víðari.

 


Flóðin mikla: Kylian Mbappé lat ikki toru og regn steðga sær ímóti Irak. Franski framherjin skeyt tvey mál í Philadelphia (Mynd: Kevin C. Cox/AFP/Ritzau Scanpix)

 

Klárar Kane at fylgja við?

Harry Kane skeyt eisini tvey mál í fyrsta umfarinum, og spurningurin er, um hann klárar at fylgja við Messi, Mbappé og Haaland, tá England spælir ímóti Gana í kvøld. 

Kanska størsta fótbóltsstjørnan av øllum, Cristiano Ronaldo, skal royna at skjóta sítt fyrsta mál í endaspælinum. Tað eydnaðist ikki Portugal at vinna ímóti Kongo, og tí er trýst á portugisum, sum spæla ímóti Usbekistan í kvøld.

Í nátt spæla Kolumbia ímóti Kongo og Kroatia ímóti Panama. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976