LÍV kunnar eigararnar um støðuna

LÍV kunnar eigararnar um støðuna
Fleiri undrast á, at stjórin einsamallur verður offraður, sum tey málbera seg
Kunnandi fundurin verður í høvuðssætinum hjá LÍV á Óðinshædd seinnapartin.
 
29.06.2026 - 13:03

Eigararnir av Tryggingarfelagnum LÍV eru boðsendir á fund í høvuðssætinum seinnapartin, har teir verða kunnaðir um støðuna. 

Fleiri undrast á, at stjórin einsamallur verður offraður, sum tey málbera seg.

Fríggjadagin bórust tíðindini, at stjórin í Tryggingarfelagnum LÍV seinastu 14 árini, Jan Jakobsen, fer frá sum stjóri, og at felagið samstundis tekur seg úr fyritøkuni Globe Tracker, sum hevur kostað LÍV-samtakinum, og harvið føroysku tryggingartakarunum, 174 milliónir krónur.

Í dag klokkan hálvgun fimm skulu eigararnir av LÍV so hava at vita, hvat vendir upp, og hvat vendir niður í tí, sum alsamt meira líkist eini gølu.

Eigararnir eru P/F Fakfelag, sum telur 21 føroysk fakfeløg, og Ognarfelagið LÍV, sum tryggingartakararnir sjálvir eiga. 

 


Jan Jakobsen. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Vita einki

Sum útvarpið hevur frætt, eru tað ikki bara nevndirnar í feløgunum báðum, sum eru kallað til kunnandi fund í høvuðssætinum hjá LÍV á Óðinshædd í Havn, men umboð fyri øll 21 feløgini í P/F Fakfelag og teir 35 limirnir í umboðsráðnum hjá Ognarfelagnum, sum eru beinleiðis valdir av tryggingartakarunum.

Nógvir bendir eisini á, at tað er uppá tíðina, at eigararnir verða kunnaðir, tí umboð úr bæði P/F Fakfelag og umboðsráðnum, sum útvarpið hevur tosað við, siga, at tey snøgt sagt onki vita um, hvat gongur fyri seg.

Tey seta sær eisini spurningin, um tað bara er stjórin, sum nú skal ofrast, tí tey halda, at hann neyvan hevur gjørt alt einsamallur og uttan okkurt slag av heimild frá nevndini í Tryggingarfelagnum LÍV.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Sunnudag 26. juli
Tónleikur í 13 øldir (4:10)
210348
Sunnudag 26. juli
Guðstænasta úr Fjósinum á G!
211114
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098