Globe Tracker sagt starvsfólk úr starvi

Globe Tracker sagt starvsfólk úr starvi
Verkætlanir eru lidnar, og virksemið verður tillagað, sigur nevndarformaðurin
LÍV hevur tikið seg burtur úr Globe Tracker, men Framherji heldur fram sum eigari.
 
01.07.2026 - 13:47

Globe Tracker ger nú tillagingar í virkseminum, og hevur sagt starvsfólkum úr starvi.

- Nakrar verkætlanir eru lidnar, og vit tillaga tí virksemið, sigur Hjalti Hvítklett, nevndarformaður í Globe Tracker.

Hvussu nógv starvsfólk eru søgd úr starvi, vil hann tó ikki siga, og vísir til Joel undir Leitinum, stjóra. 

Men tað hevur ikki eydnast okkum at fáa viðmerking frá Joel undir Leitinum.

 

LÍV hevur mist 174 milliónir

Globe Tracker hevur verið nógv frammi seinastu dagarnar, tí at Lív gjørdi av at taka seg úr Globe Tracker. Lív hevur tilsamans mist 174 milliónir krónur við íløgunum í Globe Tracker.

Grundgevingin hjá Lív var, at LÍV-samtakið hevur dagført sín íløgupolitikk, har ásett er, at felagið ikki ger íløgur í slíkar verkætlanir, sum liggja í sama íløgubólki sum Globe Tracker. 

Framherji heldur tó fram sum eigari av Globe Tracker, og hevur sett fleiri pengar í felagið. Hvussu nógv Framherji hevur sett í, vil Hjalti Hvítklett tó ikki siga.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083