136 fleiri nýggj akfør skrásett fyrra hálvár

136 fleiri nýggj akfør skrásett fyrra hálvár
Fyrstu tríggjar mánaðirnar í árinum vóru færri nýggj akfør skrásett, men síðan er vend komin í
Fyrra hálvár skrásetti Akstovan 1.036 nýggj akfør.
Mynd: Bárður Lydersen  
 
03.07.2026 - 08:40

13 prosent fleiri nýggir bilar eru skrásettir fyrra hálvár í ár enn fyrra hálvár í fjør.

Tað sæst í hagtølunum frá Akstovuni, sum vísa, at 1.166 nýggj akfør vórðu innflutt fyrstu seks mánaðirnar í ár. Tað eru 136 fleiri enn sama tíðarskeið í fjør, tá ið 1.030 akfør vórðu skrásett. Vøksturin er sostatt 13,2 prosent. 

Fyrstu tríggjar mánaðirnar í árinum vóru annars færri nýggj akfør skrásett, men síðan er vend komin í. 

Akstovan hevur eisini hagtølini fyri brúkt akfør, ið eru innflutt fyrstu seks mánaðirnar í ár; har stendur næstan í stað, ein lækking uppá eitt prosent.

Higartil í ár eru 162 brúkt akfør innflutt .Fyrra hálvár í fjør var talið 164 brúkt akfør. 

Sí yvirlit yvir nýggj akfør her.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531