ES: Føroyar áseta sær ov stóra kvotu av makreli og sild

ES: Føroyar áseta sær ov stóra kvotu av makreli og sild
ES-ráðið hevur viðgjørt støðuna millum ES og tey lond í vesturevropa, sum ikki eru í ES. Teirra millum eru Føroyar
ES-ráðið fegnast um, at Føroyar taka undir við tiltøkunum hjá ES móti Russlandi, men sigur einki um fiskiveiðusáttmálan millum Føroyar og Russland.
Mynd: Shutterstock.com  
 
06.07.2026 - 08:45

Føroyar geva sær ov stórar kvotur av makreli og sild.

Tað heldur ES-ráðið, sum harmast stórliga um semjuna, Føroyar hava gjørt um makrel, uttan at øll standarlondini eru samd um býtið, og utttan at ES er við.

Hetta er ikki burðardygt, sigur ES-ráðið. Og her trýtur uppbyggjandi samstarv við ES, leggur ráðið aftrat. 

 

Skulu vera meiri uppbyggjandi

ES-ráðið leggur dent á, at Føroyar skulu vera meira uppbyggjandi í NEAFC fyri at tryggja burðardygd og býta fiskin rættvíst, sum sagt verður.

ES-ráðið hevur viðgjørt støðuna millum ES og tey lond í vesturevropa, sum ikki eru í ES. Teirra millum eru Føroyar.

Ráðið sigur, at seinastu árini er samstarvið millum ES og Føroyar um nógv øki styrkt.

 

Fegnast um tiløk móti Russlandi

ES-ráðið fegnast um, at Føroyar taka undir við tiltøkunum hjá ES móti Russlandi, men sigur einki um fiskiveiðusáttmálan millum Føroyar og Russland.

Tað fegnast eisini um, at Føroyar gera so nógv við varandi orku og berjast móti veðurlagsbroytingum.

Og tað fegnast um, at Føroyar vilja vera við í útbúgvingarskránni Erasmus.

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040