- Tíðindi, mentan og ítróttur
Marius Borg Høiby verður varðhaldsfongslaður við fótleinkju
Marius Borg Høiby verður varðhaldsfongslaður við fótleinkju
Sonur norsku krúnprinsessuna er dømdur fýra ára fongsul fyri tvær neyðtøkur

Marius Borg Høiby kann sita í varðhaldi heima við hús næstu vikurnar, men skal vera í fótleinkju.
13.07.2026 - 15:19
Marius Borg Høiby, sonur norsku krúnprinsessuna Mette Marit, hevur fingið loyvi frá tingrættinum - býarrættinum - í Oslo at sita í varðhaldi við hús við eini fótleinkju næstu fýra vikurnar.
Løgreglan vildi leingja varðhaldsfongslingina av Høiby, tí løgreglan metti stóran vanda vera fyri endurtøku av lógarbrotum.
Marius Borg Høiby kærdi varðhaldsfonslingina, men góðtók avgerðina um at fótleinkju. Løgreglan kann kæra avgerðina hjá býarrættinum, til á middegi í morgin.
Marius Borg Høiby er dømdur fýra ára fongsul fyri tvær neyðtøkur. Hann var fríkendur í tveimum øðrum málum um neyðtøku.
Bæði Marius Borg Høiby og norska ákæruvaldið hava kært dómin.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV

























