MVG kemur aftur á brennievni á midnátt

MVG kemur aftur á brennievni á midnátt
Prísurin á brennievni fer at hækka við umleið trimum krónum fyri liturin
Nú verður aftur dýrari at keypa brennievni
Mynd: Savnsmynd/Bjarni Árting Rubeksen  
 
31.07.2026 - 16:36

Frá á midnátt skal aftur rindast 25 prosent í meirvirðisgjaldi av bensini og diesel, sum annars hevur verið undantikið mvg seinastu tríggjar mánaðirnar. 

Tað merkir, at prísurin á brennievni hækkar við umleið trimum krónum fyri liturin.

Um prísirnir annars eru óbroyttir, soleiðis sum dagsprísurin er á olju í dag, so fer bensinið hjá EFFO úr 11,35 krónum upp í 14,19 krónur fyri liturin, meðan diesel hækkar úr 11,53 krónum upp í 14,41 krónur fyri liturin.

Hjá Magn fer bensinið úr 11,55 krónum upp í 14,44 krónur fyri liturin, meðan diesel hækkar úr 11,73 upp í 14,66 krónur fyri liturin.

MVG-frítøkan á bensini og diesel var ein fyribils skipan, sum altso nú fer úr gildi á midnátt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860