Íslendingar atkvøða um ES síðst í mánaðinum

Íslendingar atkvøða um ES síðst í mánaðinum
29. august fær íslendska fólkið høvi at atkvøða um, hvørt Ísland skal taka samráðingarnar við ES um íslendskan ES-limaskap uppaftur
Leiðararnir í stjórnarberandi flokkunum, Þorgerður Katrín Gunnarsdóttir, Kristrún Frostadóttir og Inga Sæland
Mynd: RÚV, íslendska kringvarpið  
 
01.08.2026 - 19:55

Í mars í ár gjørdist tað greitt, at tað verður tann 29. august, at íslendska fólkið fær høvi at atkvøða um, hvørt Ísland skal taka samráðingarnar við ES um íslendskan ES-limaskap uppaftur.

 

Ísland søkti um limaskap í ES í juli í 2009 og formligar samráðingar byrjaðu eitt ár seinni. Samráðingarnar steðgaðu tó upp eftir valið í 2013, tá ið ein nýggj borgarlig stjórn tók við í Íslandi. Í 2015 boðaði táverandi uttanríkisráharrin í Íslandi frá, at samráðingarnar endaliga vóru hildnar uppat. 

 

Hóast hetta hevur eitt umboð fyri ES sagt við íslendska kringvarpið (RÚV), at íslendska umsóknin frá 2009 framvegis verður roknað sum gildug í ES. Og við nýggju stjórnini í Íslandi er gongd nú komin aftur í hetta málið. 

 

Á tíðindafundi í Íslandi fyrr í ár við leiðararnar í teimum trimum stjórnarberandi flokkunum, Þorgerður Katrín Gunnarsdóttir, uttanríkisráfrú, Kristrún Frostadóttir, forsætisráfrú og Ingu Sæland, útbúgvingar- og barnaráfrú, gjørdist greitt, at tað var ein samd stjórn, sum hevur gjørt av at taka sarmáðingarnar við ES um íslendskan ES-limaskap uppaftur. 

 

 

Þorgerður Katrín Gunnarsdóttir hevur tó í hesum sambandi sagt, at hon ikki fer at skriva undir nakra avtalu við ES, sum inniber, at ísland letur nakað vald yvir íslendska náttúrutilfeinginum til ES. Uttanríkisráfrúan hevur eisini sagt, at endamálið við einum møguligum íslendskum ES-limaskapi er tað sama, sum tað hevur verið frá byrjan: At verja íslendska tilfeingi og at tryggja fíggjarligt støðufesti í Íslandi. 


Hon heldur eisini, at Ísland er í sterkari samráðingarstøðu, og at tað fer at bera til hjá Íslandi at samráða seg til serligar ásetingar, eftirsum at onki annað limaland í ES líkist Íslandi. 


Hon sigur, at um samráðingarnar verða tiknar uppaftur, ætlar hon at byrja við teimum truplastu evnunum so sum náttúrutilfeingi. Hon heldur, at tað er tíðarspilla at samráðast við ES, um ikki ræðið á íslendska náttúrutilfeinginum er tryggjað Íslandi áðrenn. 
Hon væntar ikki, at møguligar samráðingar fara at taka langa tíð, eftirsum at Ísland longu er partur av evropeiska búskaparliga samstarvsøkinum EBS

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Fríggjadag 11. september
LEITISSTEIN 11.09.2026 (Silvurdrongur)
213130
Fríggjadag 11. september
Breddin: Hvat halda tingfólk um PISA-úrslitið?
213107
Fríggjadag 11. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Karin Bech
213097
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065