Mentamálaráðið hevði fleiri ivaspurningar um fíggingina

Mentamálaráðið hevði fleiri ivaspurningar um fíggingina
Minni enn tveir mánaðir áðrenn byggiloyvið varð givið, hevði Mentamálaráðið framvegis fleiri ósvaraðar spurningar um fíggingina av nýggju kirkjuni á Argjum
 
03.08.2026 - 15:15

Í skrivi til Føroya Stiftsstjórn, dagfest tann 29. mai 2026, ger Mentamálaráðið greitt, at fleiri viðurskifti máttu verða lýst betur, áðrenn landsstýrismaðurin kundi fáa tilmæli um at geva byggiloyvi.

Millum annað vildi ráðið hava prógv fyri, at ein endalig og bindandi avtala um søluna av gomlu kirkjuni fyrilá. Samstundis vildi ráðið hava nærri metingar av nútíðarvirðinum av sølupeninginum, rentumissi og eyka rentukostnaði, tí kirkjusóknin ikki fær sølupeningin, fyrr enn yvirtøkan fer fram.

Mentamálaráðið bað eisini um greiðari svar um, hvussu nógv byggikostnaðurin fór at hækka, nú arbeiðið ikki varð sett í gongd beinanvegin, hóast arbeiðssáttmáli varð undirskrivaður longu í 2024.

Harumframt bað Mentamálaráðið Føroya Stiftsstjórn um nærri upplýsingar um, hvussu meirvirðisgjald, sjálvboðið arbeiði og endurnýtt innbúgv vóru viðgjørd í uppgerðini av eginfíggingini, áðrenn ráðið kundi taka støðu til málið.

Í innlitinum síggjast tó eingin skjøl, sum svara hesum spurningum. 

Endaligt loyvi varð givið síðst í juli
Málsyvirlitið av innlitinum vísir, at tann 20. juli 2026 gav Mentamálaráðið tilmæli um at geva endaligt byggiloyvi. Dagin eftir tók landsstýrismaðurin undir við tilmælinum, og 22. juli varð endaliga loyvið sent Argja kirkju og Føroya Stiftsstjórn.

Skjølini, sum Kringvarpið hevur fingið innlit í, vísa sostatt, at Mentamálaráðið fram til síðst í mai framvegis hevði fleiri ósvaraðar spurningar um fíggingina. Tó sæst ikki í teimum útflýggjaðu skjølunum, hvat ítøkiliga broyttist, soleiðis at endaligt byggiloyvi varð givið 22. juli.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751