Yvir hálvt hundrað milliónir til prestagarðar

Yvir hálvt hundrað milliónir til prestagarðar
Kirkjugrunnurin hevur seinastu tíggju árini brúkt yvir 50 mió. kr. til at viðlíkahalda og dagføra prestagarðar
Prestagarðurin á Viðareiði, Ónagerði.
 
07.08.2026 - 09:28

Kirkjugrunnurin hevur seinastu tíggju árini brúkt yvir 50 mió. kr. til at viðlíkahalda og dagføra prestagarðar.

Tað skrivar heimasíðan hjá fólkakirkjuni.

20 prestagarðar eru.

Í løtuni búgva prestafamiljur í 18 teirra.

Meginreglan er, at kirkjubókarførandi sóknarprestarnir búgva í prestagarði. 

Allir prestagarðarnir hava serligt skáp, sum verjir kirkjubókina, um eldur kemur í. 

Kirkjubókarførandi sóknarprestarnir hava bústaðarskyldu. Teir hava skyldu at búgva í prestagarðinum.

Tað er uppsagnargrund at misrøkja bústaðarskylduna.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392